Grindin í Nólsoyarfirði verður ikki hildin til

Klokkan 14:30 í dag fekk Finnbogi Midjord, sýslumaður, fráboðan um, at ein grind var í Nólsoyarfirði. Men grindin verður ikki hildin til

 

– Frámæli um at fólk ikki skulu savnast í hópi, eru framvegis galdandi, og tí gera vit einki við grindina, sigur Finnbogi Midjord.

Hann heldur annars ikki, at grindin var stór. Um 20 hval, metir hann.

Havstovan er heldur ikki áhugað at merkja nakran hval.

– Nei, Havstovan sigur, at tað er so stutt síðani, at teir merktu nakrar hval í Bø, og teir eru ikki áhugaðir at merkja aftur nú, sigur sýslumaðurin.