Miðað verður nú eftir, at seðlarnir í grindini, sum legði beinini í Havn í gjárkvøldið, skulu koma út, nú klokkan átta í morgun.
Tað upplýsir Tórshavnar Býráð.
Grindin var funnin í Nólsoyarfirði og tilsamans 142 hvalir løgdu beinini. Teir eru tilsamans 1009 skinn. Grindin verður býtt í drápspartar og Tórshavnar Býráð sigur, at yvir 1100 fólk, og 150 bátarm vóru við í drápinum.
Seðlarnir koma út við Magn á Vestaru Brtyggju, tað er har, reyði rundingurin er á myndini.
Bjarni Poulsen, grindaformaður í Havn, segði við info í nátt, at drápið gekk hampiligt. Teir lógu einar 15 minuttir við Molan, meðan bíðað varð eftir at klárt var á sandinum, og nóg mikið av fólki var til at drepa grindina.
Klokkan 23.40 var seinasti hvalurin dripin á sandinum. Nakrir bátar fóru út aftur, tí, tey hildu, at ein bólkur var sloppin, men tað var ein bólkur av springarum, ið teir hevði rikið frá.
Tá ið seðlarnir eru klárir, rópar borgarstjórin nøvnini upp.
Sum tað bar til at lesa í greinum her á info í gjárvøldið, varð ein limur í Sea Shepherd handtikin í drápinum. Tað er ein 23 ára gamal maður úr Luxemburg, og hann er nú skuldsettur fyri at hava brotið grindalógina.
Í grindini í Bø í gjár vórðu fýra onnur fólk í Sea Shepherd handikin, og tvey afturat vórðu tikin í Klaksvík fyrr í vikuni. Sostatt eru sjey limir í Sea Sheperd tiknir hesa vikuna, og tey eru øll skuldsett fyri at bróta grindalógina.