Grindin, ið var merkt í Syðrugøtu, er nú undir Íslandi.
Tað var sunnudagin 7 juli, at ein lítil grind upp á 16 hval varð rikin inn á sandin í Syðrugøtu, har fimm av hvalunum vórðu merktir við sendarum við tí endamáli at kanna, hvussu -og hvar- hvalirnir ferðast.
Tjóðsavnið sigur í dag, at eftir at hava ligið á víkini tað mesta av mánadegnum, fór grindin um kvøldið norður ígjøgnum Kalsoyarfjørð og helt kósina norður í hellingina, 60 fjórðingar úr landi.
Eftir at hava ligið har á leiðini í tveir dagar, hevur grindin nú í seks dagar hildið kósina í ein beinan vestan, yvir Íslandsryggin, við ein ferð upp á umleið ein fjórðing um tíman. Og nú er grindin 60 fjórðingar úr Íslandi.
Hetta er fyrstu ferð, at ein merkt grind hevur ferðast á hesum leiðum, sigur Tjóðsavnið.