Grindin fór í Eysturoynna

Grindin, sum doyði í Bø mánadagin, varð skift í drápspartar og restin latin til Oyndarfjarðar og Eiðis

 

Grind

Eiði: Teir skóru grind upp á bryggjuni á Eiði týsmorgunin. Grind, sum komin var úr Vágum, haðani Eiðis Kommuna hevði skaffað borgarunum ein bita.

Tveir lastbilar standa á bryggjuni. Teir hiva við krana hvalirnar úr lastini og leggja á bryggjuna, har menn standa klárir at skera upp.

Hetta eru hvalir úr Bíggjargrindini, sum Eiðis Kommuna hevur fingið móti lagaligum gjaldi. Umleið 3/4 skinn upp á húsið, metir sýslumaðurin í Vágum, at eiðisfólk hava fingið.

Sýslumaðurin í Vágum, Regin Jespersen, sigur, at grind, sum fer av oynni soleiðis, verður latin ímóti, at tann, sum fær hana, rindar fyri flutningin og uppruddingina. Tá er eisini hugsað um uppruddingina í Sørvági, har drápspartarnir vórðu skornir upp.

Tað vórðu 112 hvalir merktir, sigur sýslumaðurin. Drápspartarnir vóru umleið 600, og restin varð latin til Oyndarfjarðar og Eiðis, sum høvdu ligið framvið í góðari tíð.

Partarnir gjørdust kanska heldur minni enn væntað, tí hvalirnir vóru smáir. Eini fimm-seks skinn í meðal.

Tað var rættiliga fitt av fólki aðrastaðni enn úr Vágum í grind, sigur sýslumaðurin. Alt gekk væl í hond. Sjálvt drápið tók bara 12 minuttir. Meginparturin gjørdi landgongd. Tó gingu tveir hvalir eftir, tá liðugt var, og teir vóru riknir útaftur.

Seðlarnir komu út á midnátt, og klokkan fimm var alt tikið upp, sigur Regin Jespersen, sýslumaður. Ternan byrjaði at sigla eykatúrar um Vestmannasund klokkan gott fýra týsmorgunin.