Grindalógin loksins í løgtingið

Langt um leingi røkist fyri, at umstrídda fráboðanarskyldan í grindalógini verður broytt. Tað hendir umleið eitt ár aftaná, at táverandi landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, legði uppskotið fyri tingi, ið hevur elvt til so nógv rok.


Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur lagt fyri tingi eitt uppskot, har fleiri broytingar verða gjørdar í lógini, harímillum at fráboðanarskyldan verður broytt, soleiðis at tað ikki longur verður revsað við bót, um fólk ikki siga frá, tá tey hava sæð grind.


Í viðmerkingunum vísir Fiskimálaráðið tó á, at tað framvegis verður lógarkravt at boða frá grind.


- Hetta grundar Fiskimálaráðið á, at vantandi skylda at boða frá grind kann hava við sær, at grind verður fráboðað ov seint ella als ikki, og tískil kann elva til óskipaðan rakstur og óskipað grindadráp og harvið óneyðuga líðing fyri djórið (hvalin), skrivar Høgni Hoydal í viðmerkingunum til lógaruppskotið.


Revsingin verður tó ikki heilt slept. Í lógaruppskotinum verður nevniliga staðfest, at um onnur brot eru á grindalógini, ið eru revsiverd, so kann ein manglandi fráboðan metast sum herðandi umstøða, tá brot skal revsast.


Broytingin verður framd aftaná, at serliga ferðavinnan í eitt heilt ár hevur funnist at upprunaligu broytingini, ið hevur fingið beinleiðis skyldina fyri, at fleiri ferðamannaskip hava avlýst vitjanir til Føroya í summar.