Við øðrum orðum hava fleiri lisið greinina, enn tað eru føroyingar í Føroyum. Mest lisna greinin frammanundan var um eina ferðsluvanlukku, henda greinin varð lisin stívliga 30.000 ferðir.
Grind er sum heild nakað, sum hevur áhuga millum brúkararnar av Portalinum. Sjey av teimum 12 mest lisnu greinunum á Portalinum fyrrapartin í dag vóru um grind. Men fólk lesa ikki einans um grind og grindadráp. Á Portalinum verður eisini dúgliga kjakast um evni, tí níggju av teimum 12 mest viðmerktu greinunum fyrrapartin í dag vóru um grind.
Nógv tær flestu viðmerkingarnar eru frá útlendingum, sum finnast at føroyska grindadrápinum. Men eisini fleiri føroyingar eru ónøgdir við, at myndir av grindadrápi verða lagdar á netið.