Grindadrápið í Hvannasundi var ræðulig djórapínsla

Grindadrápið í Hvannasundi í gjárskvøldið var ræðulig djórapínsla. 6 hvalir vóru á lívi og svumu runt í fjørðina leingi, meðan familja teirra lá deyð á strondina, og havið var reytt við blóð teirra. 


Her kann ikki sigast, at drápið gekk "skjótt og gott". Eitt grindadráp voldar altíð hvalirnir ótta og stress. Tað er eisini partur av grindadrápinum, at hvalir síggja og hoyra teirra familju verða dripin, áðrenn teir sjálvir verða dripnir. Hetta er djórapínsla, ið ikki átti at verið góðtikið. 


Tá ið teir fyrstu 100 og nakað hval vóru dripnir, fóru bátar út eftir tí lítla bólkinum av hvali, ið sloppu undan tí fyrstu jagstranina. Hesir vórðu dripnir á somu hvalvág og máttu also uppliva ræðuleikan at svimja ígjøgnum ta blóðugta vatnið. Hetta átti heldur ikki at vera góðtikið. 


Hesaferð hendi eisini tað, at nakrir hvalir vóru á lívi og svumu runt í fjørðina í langa tíð, tí tað ikki eydnaðist grindamonnunum at reka teir inn. Ikki royndi teir heldur at reka teir inn fyrr enn eini tveir tímar eftir, at drápið var liðugt, og teir vóru í fer við at flyta teir deyði hvalirnir hinumegin molan. Ein kann ikki hugsa sær, hvønn ræðuleika hesir hvalirnir hava verið ígjøgnum. 


Hetta er eitt av mongum dømum um, hvussu nógv kann ganga galið - og gongur galið - í grindadrápi. Hetta er eisini enn ein áheitan um at umhugsa etikkin í hesum siðinum og spurningin, um tíðin ikki er komin til at velja at verja og virða hesi djórini, ið vit skylda takksemi fyri tað, tey hava givið okkum gjøgnum tíðina.


Upptøka frá grindadrápinum: https://www.youtube.com/watch?v=eXYNI-b4DW8 


Eisini er upptøkan á facebooksíðuni hjá grindabod.fo, har hon hevur verið sæð yvir 60.000 ferðir: https://www.facebook.com/grindabod.fo/?fref=nf 


Vinarliga

Marna Frida Olsen
Samskiftisráðgevi &djóra- og umhvørvisverndarfólk