Grindadráp føroysk list?

Eg skilji ikki, at føroyamenn hvørt ár blíva við at leypa út í eitt so barbariskt og skemdarligt blóðbað og geva okkum tað æviga stemplið sum holubúgvar.

Eitt er vist, og tað er, at tað er ikki hungur, ið drívur teir. Skrellispannirnar eru fullar av matavlopi hvønn dag. Enntá hava vit fingið boð um at lata verða við at eta grind, tí tað er heilsuskaðiligt. Tað verður so ikki lurtað, sær tað út til.
Nei, man tað ikki bert verða gjørt til eina list? Sikken ein list. Eg spyrji bara, hvar eru følilsini, eru tey ísakøld? Sikkurt nokk, tá tað snýr seg um djór. Grindin er, sum vit vita, av delfinfamiljuni, hon hevur heitt blóð og pínist á sama hátt sum vit menniskju. Hon skríggjar og rópar neyðarróp, sjálvt um vit ikki hoyra tað. Hon er eitt súgdjór og føðir sínar ungar sum vit kvinnumenniskju.
Og tá blóðbaðið er av, verður allur sjógvurin í bygdini blóðreyður so langt eygað sær – sjálvt himmalin verður reyður, og lukturin røkkur langt út um bygdirnar. Hetta varðar alt í minst tríggjar dagar, áðrenn alt verður sum vanligt aftur. Hetta hevur als ongantíð verið ein traditión. Hetta bleiv gjørt av neyð fyrr í tíðini. Og hví hevur tað hildið fram síðani tá? Tað hevur so eingin neyð verið. At vit ikki skammast, tí hetta er óneyðugt.
Eg vóni, at unga ættarliðið tekur seg saman og steðgar hesi skammuligu listini og sigur »renn meg í grindatraditiónina«.
Djóraaktivisturin í Klaksvík varð kallaður fyri terrorist – okay, er tað prísurin fyri at verja djórini, so lat meg eisini vera terrorist. Hetta er annars eitt orð, sum hóskar betur til tey, sum eru aktiv í grindadrápinum.
Jørgen Niclasen, sum er politikari, biður føroyingar einki leggja í tað, sum stendur á teldum og í bløðum. Haldið bara fram við at drepa grind, sigur hann. Tað virkar mær bert sum ein tápulig útsøgn.