Grindaboð - men tað er ov myrkt

Tað bleiv boðað frá grind í Vágum í áðni

Fyri løtu síðani løgdu menn umborð á einum báti út fyri Víkum merki til eina grind. Teir boðaðu frá, og Finnbogi Midjord, sýslumaður fekk boðini. 

- Vit fingu boð um møguliga grind. Tað er eitt sindur ivasamt, um tað er grind ella ikki, men viðkomandi, sum boðaði frá, hevði sæð hana við kikara, sigur Finnbogi Midjord, sýslumaður í Vága sýslu.

Men avgerð varð tikin um ikki at gera meira burtur úr í kvøld.

- Tað er ov myrkt nú, og hon er so mikið langt burturi, at tað verður bølamyrkt, áðrenn hon nærkast landi. So tað nyttar ikki, og tí verður eingin roynd gjørt í kvøld, sigur sýslumaðurin.