Grindaboðini avlýst

Tað kemur altíð lív í føroyingin, tá rópt verður um grindaboð. Soleiðis var eisini beint eftir døgurða leygardagin.

Tá varð nevniliga boðað frá, at onkur hevði sæð nakrar hvalir beint uttanfyri Molan í Havn. Hóast nógvir havnarmenn munnu eiga tvøst og spik eftir seinastu stóru grindina, vóru teir uttan iva spentir eftir at fáa eina feskan grindadøgurða.

Men grindin varð ongatíð hildin til, hóast hon ikki slapp á nakran hátt. Talan var nevniliga um friðaðar hvalir, og tí tók sýslumaðurin avgerð um at avlýsa ætlaða grindadrápið.

Einki verður sagt um, hvat slag av hvali talan var um ella hvussu nógvir teir vóru í tali.