Grindabátar aftur á ferð

Gomlu grindabátarnir í Vági hava ferðir og tiltøk á skránni í summar.

Gomlu grindabátarnir í Vági eru gamlir og søguligir, men ikki kann sigast, at savnsdust legst á teir.

 

Tann 17. mai, tá mentanardagar eru í Sumba, eru grindabátarnir bodnir at vitja. Tá er tiltakið MENT í Sumba, og ætlandi rógva grindabátarnir vestanfyri Suðuroynna. Av Eiðinum í Vági og til Sumbiar.

 

Tann 24. mai er Johannudagur. Sluppin Johanna fyllir 130 ár í ár og verður hetta hildið 24. mai og tá eru grindabátarnir eisini náttúrligur partur av haldinum.

 

2. hvítusunnudag er vanligt hjá grindabátunum at gera eina ferð og í ár gongur leiðin ætlandi til Víkarbyrgis, ella um tað ikki verður, so til Lopra.

 

Lesast kann um grindabátarnir á www.grindabatar.com