Nú er nakað síðani, at vágbingar tóku stig til at fáa gomlu grindabátarnar aftur á sjógv, og síðani tá hevur Grindabátafelagið ikki ligið á løtu síðuni. Aftur í ár hava teir okkurt á skránni og í vikuskiftinum verður siglt kring Suðuroynna.
Ikki bert grindabátarnir verða við, men eisini Greipur, Nadoddur og Dvørgamoy og møguliga eisini sluppin Johanna.
Garðabrúgv
Fyri stuttum umvældu vágbingar gomlu og søguligu Garðabrúnna og um vikuskiftið kemur hon til sín rætt. Manningarnar savnast á Garðabrúnni klokkan 18:00 fríggjakvøldið og so verður lagt á fjørðin.
Fyrst norður til Sandvíkar og hesin teinur er umleið 15 fjórðingar og tekur einar 4 tímar í góðum líkindum.
Leygarmorgunin verður farið norður um Nýpubakkan og vesturum. Lagt verður inn á Fámjin um middagsleitið. Teinurin er um 12 fjórðingar. Eftir stuttan støðg heldur flotin avstað suður við vestursíðuni á oynni og farið verður tætt fram við fuglabjørgum og stakkum. Kanska verður lagt inn á Vágseiði eisini.
Úr Famjin og í Pollin í Sumba eru um 10 fjórðingar og væntandi er flotin frammi um nón. Síðani verður hildið eystur um Akrabergstangan. Síðsti teinurin til Vágs er um 10 fjórðingar.
Flotin við stóru árabátunum verður væntandi aftur í Vági umleið klokkan 18 :00 leygarkvøldið.
Har verður borðhald og kanska verður ein valsur og onkur vísan tikin aftaná.
Veðrið
Hetta er ætlanin, men í Føroyum hevur veðrið altíð stóran leiklut. Um ikki viðrar, so verður ikki farið runt um oynna, men Grindabátafelagið skipar fyri aðrari og øðrvísi sigling.
Maskinbátar og deksbátar fylgja við allan túrin og møguliga eisini sluppin Johanna, eins og øll neyðug trygdartiltøk eru sett í verk, upplýsir Grindabátafelagið.
Hevur onkur hug at sleppa við einum av bátunum, so ber til at ringja til Bunyan Midjord, tlf. 373631 ella Petur Dahl Nolsøe, tlf. 373289. Boðast skal frá í seinasta lagi 8. juli.