Vit spældu nógv úti og ofta niðri í fjørðuni, tá ið vit gjørdust størri. Tá ið tíðini fingu børn hvørki slikk ella sodavatn.
Tá ið vit spældu í fjørðuni, jaglaðu vit tang. Vit tóku eitt tarablað, royttu bløðini burtur og jaglaðu miðstreingin. Tað hevði eg neyvan bjóða nøkrum í dag.
Í hvørjum húsið stóð náttpottur undir seingini. Hvønn morgum varð potturin tømdur í eina tunnu, sum antin stóð úti ella inni í kjallaranum. Náttpotturin var vaskaður, skolaður og settur undir aftur seingina. Nátthús vóru oftast undir úttrappuni ella í kjallaranum. Hvørt hús hevði køst. Tá ið spannin skuldi tømast, fór innihaldið í køstin, somuleiðis tá ið sópað var undan kúnni ella seyði, ið stóð inni um veturin. Tað, sum fór í køstin, varð um várið borðið út í veltu ella í bø.
Landið, ið stóð í tunnuni varð eisini nýtt til ymiskt, sum tildømis at vaskað ullina við, til plantuliting, og tað vóru tey, ið vaskaðu sær hárið í landi, tí hetta skuldi vera sera gott fyri hárið og geva tí serligan glans. Eg royndi tað einaferð, men tað bleiv bert til tað einu ferðuna, vegna luktin.
Tá ið kríggið var av og nýggjari tíðir komu, vóru pottarnir og nátthúsini skift út við VC, ið skolaði alt út á sjógv, og flestu fólk fingu sær vaskimaskinu. Við hesum broytinginum kom eisini nakað heilt annað inn. Vit vórðu undirdýkt við reklamum um ymisk vaskievni, ið øll skuldu vera tey bestu, tað verði seg til klædnavask ella VC-reins. Hvat ið hesi vaskievnir vóru samansett av, er ilt at meta um. Nú varð alt skolað út á sjógv. Eg, sum flest onnur, royndi mong ymisk vaskievni.
Sjálvt havi eg gjørt nógvar ymiskar royndi við føroyskari ull, so sum at spinna, binda, veva og lita. Fyrst í áttatiárinum fór eg at royna meg í garving, tað gekk eisini væl, inntil eg fór í holt við eitt hvítt veðraskinn. Veðraskinnið var vakurt, tá ið tað var turt. Eg mýkti og pussaði. Tað sá gott út á síðunum, men sjálv miðan á skinninum - ryggurin, var ov feitur. Eg tosaði tá við Vilhelm Nielsen í Sandavági og spurdi um ráð, hann svaraði mær aftur, at hann helst ikki garvaði veðraskinn, tí tey høvdu ov nógva fiti í rygginum, men seldi tey av landinum. So lá skinnið og bíðaði eina tíð. Tá fekk eg tað góða hugskot at royna vaskievnið "Biotex Hvidvask". Eg hevði fløtt vatn, koyrdi nakað av pulveri í og læt skinnið liggja eina løtu í vaskinum. Tá ið eg so skuldi fara at taka skinnið upp aftur, gjørdist eg rættiliga kløkk. Skinnið var totalt upployst, lá sum tjúkk súpan, bert ein snøkil av hálsinum var eftir.
Dagin eftir typtist vaskið í køkinum, eg ringdi tá til "Demich" og spurdi, um teir høvdu vilja hjálpt mær við vaskinum, svarið, ið eg fekk, var "keyp ein pakka av Biotex, koyr nakað í vaskið í kvøld, so man fara at hjálpa. Av góðum royndum tók eg teir upp á orðið og væl gekk.
Tá ið eg hevði lisið greinina hjá Jákupi Petersen, kom eg at hugsa um sildina á Skálafjørðinum, okkara fasta føði í uppvøkstrinum, bæði summar og vetur. Gudarnir viti, hvussu rein hon er í dag?