So skjótt grindahvalirnir eru merktir við fylgisveinasendarum, hava vit tól, sum til eina og hvørja tíð vísa, hvar teir merktu hvalirnir eru staddir. Eg havi eina avtalu við Sjónvarpið um eisini at vísa gongdina við millumbili, og rokni eg við, at eisini bløðini hava áhuga í at vísa hetta. Annars ætla vit eisini at vísa tað í framsýningunum á Náttúrugripasavninum.
Tá ein grind verður funnin, aftan á at hvalirnir eru merktir, er niðanfyristandandi kunngerð nr. 126 frá 23. juni 1997 galdandi. Sostatt skuldi onki tíðarspill verið fyri grindamenninar, tí her verður ikki rópt grindaboð.
Sendararnir eru gjørdir til at kunna senda í eitt ár, og vit vita sjálvandi ikki, um teir merktu hvalirnir halda saman ella spjaðast til fleiri grindir. Tað er millum annað tað, vit skulu kanna.
Vinarliga
Dorete Bloch
Kunngerð um
friðing av hvali
Nr. 126 frá 23. juni 1997
Við heimild í § 3 og § 4 í løgtingslóg nr. 57 frá 5. juni 1984 um hvalaveiðu, við seinni broytingum, verður fyrisett:
§ 1. Grindahvalur og nísa, sum Føroya Náttúrugripasavn hevur merkt við fylgisveinasendarum, eru friðað.
Stk. 2. Tá ein ella fleiri hvalir í einum bólki av grindahvali ella nísu eru merktir, sum nevnt í stk. 1, er allur bólkurin friðaður.
Stk. 3. Tá grindaboð er, skulu sýslumenn og/ella grindaformenn seta seg í samband við Føroya Náttúrugripasavn til tess at fáa staðfest, um grindin er merkt, sum nevnt í stk. 1.
Stk. 4. Verður staðfest, at grind er merkt sambært stk. 1, skulu sýslumenn og/ella grindaformenn gera vart við, at forboð er fyri at drepa grindina og syrgja fyri, at grindaboðini ikki verða givin víðari.
§ 2. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.