Boðað verður frá, at ein grind er norðan fyri Havnina.
Av løgreglustøðini verður sagt, at grindin er onkrastaðni norðan fyri Flesjarnar í Nólsoyarfirði, og sýslumaðurin hevði ætlanir um at reka hana móti Hvalvík.
Einki var at siga, um hvussu stór grindin er.

Grind nærhendins Flesjarnar

