Grindin, sum legði beinini í Viðvík í gjár, taldi 125 hval, tá avtornaði. Hon varð merkt til 913 skinn, sum verða býtt millum bygdirnar eystan Múla, Árnafjørð og bygdirnar á Kunoynni og Kalsoynni.
Myndin eru frá, tá grindin var sleipað úr Viðvík til Hvannsunds.
Seðlarnir komu út klokkan níggju í morgun.
Mynd: Ragnar Sigurðsson Joensen.