Tær fyrstu gularøturnar av Sandarfløtti á Sandi verða nú grillaðar saman við Múlaosti. Hesar vørur verða brúktar saman við fiskarættum á matstovuni, Barbaru.
Tað er óføri kokkurin - Savio - sum nærmast "gandar" við føroyskum rávørum á matstovuni, sum at kalla er fullsett hvørt kvøld nú í summar.
Johan Mortensen, íbirtari, fegnast um stóra áhugan, sum eisini er millum ferðafólk, ið leita sær innar á einastu fiskamatstovu í Føroyum.
##med2##