George Baldock hevði spælt við Panathinaikos, síðani hann í summar skifti til felagið. (Arkivmynd). - Mynd: Molly Darlington/Reuters

Grikskur landsliðsleikari funnin deyður í svimjihyli

George Baldock, sum spældi við Panathinaikos og Grikkalandi, er funnin deyður í einum svimjihyli.

George Baldock hevði spælt við Panathinaikos, síðani hann í summar skifti til felagið. (Arkivmynd). - Mynd: Molly Darlington/Reuters

Fótbóltsspælarin George Baldock er deyður 31 ára gamal.

Sambært tíðindastovuni ANA varð Baldock funnin í svimjihylinum hjá sær í Athen í dag. Enn eru ikki fleiri upplýsingar komnar um deyðsorsøkina.

Verjuleikarin hevði sáttmála við stórfelagið Panathinaikos og hevði eisini spælt landsdystir fyri Grikkaland so seint sum í mars.

Hann var føddur í Onglandi men hevði grikskan pápa sum gjørdi, at hann kundi umboða Grikkaland, og tað gjørdi hann fyrstu ferð í 2022.

 

Ritzau/Reuters

 

George Baldock hevði spælt við Panathinaikos, síðani hann í summar skifti til felagið. (Arkivmynd). - Mynd: Molly Darlington/Reuters