Grikska stjórnin samd um fólkaatkvøðu

Grikska stjórnin tekur undir við avgerðini hjá George Papandreou, forsætisráðharra at hava fólkaatkvøðu um tann seinasta bjargingarpakkan frá ES. Tað varð greitt í nátt, tá stjórnin endaði ein sjey tímar langan kreppufund.

-Fólkaatkvøðan verður skjótast til ber, segði stjórnartalsmaðurin Elias Mossialos í nátt.

Tað er ikki heilt greitt, hvønn spurning teir griksku veljararnir fáa at taka støðu til, men meiningakanningar hava víst, at 60 prosent av fólkinum eru ímóti bjargingarpakkanum og treytunum, sum ES hevur álagt grikkum fyri at lata teimum pakkan.

George Papandreou er hinvegin ikki í iva um, at grikkar fara at geva politikkinum hjá stjórnini sín fulla stuðul, og at fólkaatkvøðan fer at vísa, at Grikkaland eigur at halda fram í evrusamstarvinum.