Tað var ikki bara umheimurin, sum hvakk við í gjár, tá grikski forsætisráðharrin, George Papandreou, boðaði frá, at griksku veljararnir skulu á fólkaatvkøðu at siga, um teir taka undir við hjálparpakkanum frá ES ella ikki.
Tað vísir seg nú, at hansara egni fíggjarmálaráðharri, Evangelos Venizelos, visti einki um nakra fólkaatkvøðu.
-Venizelos ánaði ikki, at pakkin skal fyri eina fólkaatkvøðu, sigur ein ónevndur embætismaður við tíðindastovuna Reuters. Venizelos hevur staðið fyri griksku samráðingunum við ES og Altjóða Gjaldoyragrunnin.
Ein av tinglimunum hjá sosialistaflokkinum í Grikkalandi kunngjørdi í dag, at hon tekur seg úr flokkinum, og tað merkir, at nú hevur flokkurin bara 152 av teimum 300 tinglimunum.










