Griksk tragedia á Tórsvølli er veruleiki!!

Takið er um at fara av nýggja skýlinum á Tórsvølli, har eingin hevur hug at fara til hús

Klokkan er farin væl av hálvgum tíggju, og tað er framvegis alljósur dagur.

 

Eingin hevur hug at fara av Tórsvølli, og tey eru mong, sum fella tár í góðveðrinum.

 

Enn einaferð hava Føroyar vunnið á Grikkalandi. Úrsltiið var 2-1, og harvið hava Føroyar vunnið tvær ferðir á fyrrverandi EM vinnarunum úr Grikkalandi í somu undankapping.

 

Heimaliðið legði sera ágangandi fyri, men tað eydnaðist ikki at fáa mál beinanvegin, hóast møguleikarnir vóru stórir.

 

Tá ið 32 minuttir vóru farnir, setti miðvallarin Hallur Hansson hol á. Eftir flatt innlegg úr høgru frá sera væl upplagda Sølva Vatnhamar smekkaði Hallur til, og bólturin fleyg inn við nærru stólparót.

 

 

Hýrurin var framúr, og grikkar vóru ógvuliga skelkaðir.

 

Beinanvegin eftir steðgin var um reppið, at Føroyar øktu um munin, men so var tað í eina løtu, at trýstið á málið hjá Gunnari Nielsen var ógvuliga stórt, og bólturin brast einaferð í stólpan, og eina aðru ferð var hann í netinum eftir horna. Norski dómarin, sum annars ikki var serliga vinarligur ímóti heimaliðnum, kolldømdi fyri fríspark ímóti Brandi Olsen, og grikkar vóru í øðini.

 

 

Og tá ið neyðin var størst, var hjálpin næst. Tá ið 70 minuttir vóru farnir, økti Brandur Olsen til 2-0. Enn einaferð var tað eftir flatt innlegg úr høgru frá Sølva Vatnhamar. Brandur smekkaði til úr 11 metrum, og bólturin sang í handara síðunetinum.

 

Áskoðararnir vóru í ekstasu, og spælararnir fingu ta orkuna, sum teir vóru um at missa, eftir at teir høvdu pressað og stríðst so tað stóð eftir í.

 

Lítla løtu undan dystarloki minkaði Grikkaland um munin, og so var tað ógvuliga spennandi. Hóast trýstið var stórt, so høvdu føroyingarnir orkuna, sum skal til, og teir megnaðu at halda høvdið kalt, meðan áskoðararnir vóru yvirupphitaðir, og grikkar í máttloysi royndu at sleppa undan enn einari eyðmýking.

 

Tað eydnaðist ikki, og tá ið dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð, var lættin so stórur, sum hann neyvan man hava verið áður, tá ið føroyska landsliðið hevur spælt á heimavølli!

 

 

 

 

Fylg dystinum beinleiðis VIÐ AT TRÝSTA HER

------------

84 min

 

2-1: Papastathopoulos

stútar eftir horna úr høgru.

Nú ræður um at verja!!

 

 

 

Fylg dystinum beinleiðis VIÐ AT TRÝSTA HER

 

70 min

2-0: Brandur Olsen

 

Málið er kopi av 1-0 málinum. Hesaferð var tað Brandur Olsen, sum eftir flatt innlegg úr høgru sendi bóltin eitt sindur úr høgru frá og í handara síðunetið!!

 

Takið er við at fara av nýggja skýlinum.

 

 

60 min

 

Grikkaland pressar og pressar. Bólturin hevur verið á stólpanum, og hann hevur eisini verið í føroyska málinum, men tað varð kolldømt fyri fríspark ímóti Brandi Olsen.

 

Fylg dystinum beinleiðis VIÐ AT TRÝSTA HER

 

Teir eru farnir at hvíla seg á Tórsvølli. Tað er fullsett, og áskoðararnir eru í ógvuliga góðum hýri. Tað er einki at siga til, tí Føroyar eru frammanfyri 1-0 ímóti Grikkalandi. Málið skoraði miðvallarin Hallur Hansson í 32. minutti. Sølvi Vatnhamar legði flatt innfyri úr høgru, og Hallur Hansson smekkaði til úr ellivu metrum og dygst inn við nærru stólparótini.

 

Tað hevur verið lívligt og ógvuliga undirhaldandi. Føroyingar hava lopið treytaleyst á, og ofta eru 3-4 føroyskir spælarar í brotsteiginum, tá ið lagt verður innfyri.

 

Grikkar hava eisini verið tætt við nakrar ferðir. Tað hevur órógvað, at Gunnar Nielsen í tveimum førum hevur mist bóltin, áðrenn hann í fyrra førinum bjargaði og í seinna førinum beindi bóltin til horna.

 

Gilli Sørensen noyddist tíðliga av vøllinum. Í hansara stað kom Jóhan Troest Davidsen, og hann bjargaði beinanvegin eftir horna.

 

Fróði Benjaminsen hevur sæð gult fyri fríspark. Merkisvert er tað, at norski dómarin hevur verið blíður við grikkar, sum fleiri ferðir hava gjørt ógvuslig fríspørk.

 

Fylg dystinum beinleiðis VIÐ AT TRÝSTA HER