Fýra fólk eru nú funnin deyð aftrat teimum 11, sum áður eru staðfest deyð í herviligu vatnflóðini, sum rakti partar av Grikkalandi.
Grikskir myndugleikar upplýsa, at talið av staðfestum deyðum nú er 15,
Sagt verður úr Grikkalandi, at tað var í gjár, at trý lík vórðu funnin aftrat í einari bygd nærindis býnum, Karditsa, í útsynningspartinum av landinum.
Tey trý eru ein 88 ára gomul kona og 65 ára gamli sonur hennara, og haraftrat er ein 58 ára gamal maður funnin deyður.
Í gjár upplýsti grikska bjargingartænastan, at líkið av einum 42 ára gomlum manni, sum hevur verið saknaður síðan týsdagin, er funnið flótandi í sjónum.
Líkið varð funnið nærindis býnum, Volos. Maðurin varð seinast sæddur á lívi inni í bili sínum, tá bilurin varð tikin av vatnflóðin.
Fyri lítlari viku síðan varð Grikkaland rakt av grimdarregni, snarljósi og herviligum torusláttri, sum gjørdi, at vatn floymdi yvir í bygdum og býum.
Tað er tiðindastovan NTB, sum ber hesi tíðindi.











