Grikska landsliðið hevur tikið øll á bóli í EM-endaspælinum í Portugal í hesum døgum. Í bólkaspælinum vann liðið á portugisisku vertunum og spældi javnt ímóti spaniólum. Hesi úrslit merktu, at grikkar komu í fjórðingsfinaluna, har mótstøðuliðið var Frakland, ið tey flestu mettu sum mest upplagda boðið upp á evropameistaraheitið undan endaspælinum.
Grikkar trýstu
Frakland noyddist at verða Arsenal-liðskiparan, Patrick Vieira, fyriuttan, tí at hann hevði ein skaða. Hetta darvaði eisini spælið á franska miðvøllinum, sum ongantíð av álvara kom í gongd í dystinum.
Hjá grikkum var støðan ein onnur, tí teir vóru klárir frá fyrsta bríksli. Liðið hjá týska Otto Rehagel royndi at trýsta fronsku stjørnurnar, og tað eydnaðist teimum eisini. Teir báðir áleypararnir hjá grikkum, Charisteas og Nikolaidis, vóru ógvuliga ágrýtnir, og Fyssas á vinstra vongi syrgdi fyri fleiri vandamiklum bóltum inn í franska brotsteigin.
Í hinum endanum hendi ikki nógv, og tær báðar heimsstjørnurnar, Thierry Henry og David Trezeguet, høvdu ikki nógv at bjóða upp á fríggjakvøldið. Tá ið so eisini Zinedine Zidane leikti undir sítt vanliga støði, var greitt, at útlitini hjá fraklendingum vóru alt annað enn góð.
Tað vóru eisini fleiri, sum hildu, at Grikkaland hevði lagt seg á odda í fyrra hálvleiki, tá ið Barthez bjargaði á sjálvari málstrikuni. Eitt fríspark frá Karagounis var sent væl inn í franska brotsteigin, har Konstantinos Katsouranis var hægstur og skallaði bóltin ímóti franska málinum, men Barthez lá inni í málinum og helt bóltinum á sjálvari málstrikuni.
Ónøgdir franskir áskoðarar
Tá ið farið var til hálvleiks við støðuna 0-0, vóru teir fronsku áskoðararnir alt annað enn nøgdir. Teir fronsku leikararnir fingu greitt at vita frá sínum áskoðarunum, hvat teir hildu um avrikið í fyrra hálvleiki. Harafturímóti vóru griksku áskoðararnir vælnøgdir, og tað tóktist sum um, at teir vóru farnir at trúgva upp á, at tað fór at verða møguligt hjá grikkum at basa fronsku evropameistarunum.
Fraklendingarnir byrjaðu tó væl í seinna hálvleiki, og í fyrsta minutti av hálvleikinum var nær við, tá ið Thierry Henry skeyt beint við síðuna av griksksa málinum. Tá ið góðir tíggju minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki, vóru fraklendingarnir aftur vandamiklir. Veteranurin á vinstra bakki, Bixente Lizarazu, ið leikti sín landsdyst nummar 98, streyk ígjøgnum í vinstru síðu, men bleiv steðgaður í evstu løtu av Mihalis Kapsis. Sami Kapsis var lítla løtu seinni aftur frelsandi eingilin hjá grikkum, tá ið hann fekk skallað burtur á sjálvari málstrikuni.
Gott sigursmál
Avgerandi løtan í dystinum kom, tá ið 20 minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki. Grikski liðskiparin, Zagorakis, hevði bóltin úti í høgra borði. Hegnisliga lyfti hann bóltin upp um Lizarazu, áðrenn hann sendi eitt væla innlegg inn í franska brotsteigin, har vandamikli framherjin, Charisteas úr týska meistaraliðnum Werder Bremen, var hægstur og skallaði bóltin í mál, uttan at Fabien Barthez í franska málinum hevði nakran møguleika at verja fyri. Eitt mál eftir bókini.
Franski landsliðsvenjarin, Jacques Santini, valdi beinan vegin at seta nýggjar kreftir á liðið. Louis Saha og Sylvain Wiltord komu á vøllin ístaðin fyri David Trezeguet og Olivier Dacourt. Hetta gav franska álopinum eitt sindur meira bit, men sjáldan gjørdist tað serliga vandamikið. Tó var ógvuliga nær við tí einu ferðina, tá ið tíðin var um at verða farin. Thierry Henry slapp rættuliga ótarnaður at skalla bóltin ímóti grikska málinum úr lítlari fjarstøðu, men skallarin streyk beint við síðuna av stongini, og so var sloppið hjá grikkum.
Við sigrinum á fraklendingum hava grikkar av álvara víst, at teir kunnu verða við millum teir bestu. Venjari teirra, týski Otto Rehagel, er eitt taktiskt flogvit, og grikska liðið arbeiðir sum ein eind. Ongar serligar stjørnur eru á liðnum, og tað minnir ikki sørt um danska liðið, sum í 1992 vann evropameistaraheitið í Svøríki. Í hálvfinaluni skulu grikkar dystast við kekkar, og tað verður uttan iva harðasta avbjóðingin hjá grikkunum í kappingini higartil.
Grikkaland-Frakland 1-0(0-0)
1-0 Charisteas










