Grikkaland rakt av illveðri og áarføri

Í ávísum økjum eru bilar skolaðir burtur, og myndugleikarnir hava lýst við ferðaforboði.

 

Myndugleikarnir í Grikkalandi hava nú sett í verk ferðaforboð í fleiri økjum eftir óvanliga nógva regnið, sum er og helst verður nakrar tímar aftrat.

 

Tað er illveðrið "Daniel", sum hevur rakt partar av landinum við vindi, oysandi áarføri og herviligum torusláttri.

 

Íbúgvar í økjum, sum eru harðast rakt, hava fingið sms-boð sendandi, og hetta er eitt nú galdandi fyri fólk í havnarbýunum, Polos og á oynni, Skiathos.

 

Í hesum økjum eru fleiri bilar skolaðir burtur av nógva regninum, og heitt verður á fólk um at halda seg innandura og ikki fara út at koyra.

 

Streymurin er farin í fleiri økjum, og trupulleikar eru við fartelefonum og interneti. 

 

Grikska ávisin, To Proto Thema, sigur, at sambært skrásetingum sló toran niður 12.000 ferðir í Larisa á meginlandinum og í havnarbýnum, Volos.

 

Veðurtænastan í økinum sigur, at seinastu 24 tímarnar eru í einstøkum økjum 500 millimetrar av regni komnir av himli.

 

- Um middagsleitið í dag, lokala tíð, varð roknað við, at regnið fór at halda fram í fleiri tímar aftrat, veit tíðindastovan NTB at siga úr Grikkalandi nú seinnapartin.