Tann næsta stóra uppgávan hjá íslendska landsliðnum, ið hevur bergtikið okkum øll, verður sunnukvøldið, tá ið vertstjóðin, Frakland, tekur ímóti á Stade de France. Nú eru bert átta lið eftir í EM-endaspælinum, og harvið styttist leiðin til finaluna alsamt meir og meir.
Ein av teimum leikarum, ið íslendsku verjuleikararnir skulu ansa serliga væl eftir, er Antoine Griezmann, sum hevur skorað trý mál í teimum fýra dystunum, sum Frakland higartil hevur spælt í hesum EM-endaspælinum.
Griezmann heldur, at tað hevði verið vanlukkuligt at tapt dystin sunnukvøldið.
- Tað hevði verið skomm at tapt fjórðingsfinaluna. Tað er ein sannur dreymur fyri okkum at spæla hesar avgerandi dystirnar á heimavølli frammanfyri okkara áskoðarum. Tað hevur sum so ikki nakað at siga, hvørjum vit spæla ímóti, tí at vit skulu bara gera alt í okkara makt fyri at vinna, sigur Antoine Griezmann í samrøðu við heimasíðuna hjá UEFA.
Saman við Gareth Bale hjá Wales og Alvaro Morata hjá Spania er Griezmann toppskjútti í EM-kappingini - teir hava allir skotið trý mál. Til dagliga spælir 25 ára gamli Antoine Griezmann við Atlético Madrid.
Stórdysturin ímillum Frakland og Ísland byrjar sunnukvøldið klokkan 20.










