Grias við Á: Undangongumaður hjá skiparafelagnum

Tað eru ikki allar gravir í gamla kirkjugarði, sum hava so stóran gravstein. Tað ger minni. Tað týdningarmesta er, at tað kann staðfestast, hvar fólk eru grivin. Hesa ferð umrøða vit Grias Johannesen, konu hansara Elin og fosturdótrina Elsu. Eisini verður komið inn á Kruseættina á Eiði, sum er eitt gott dømi um danskar tilflytarar, sum hava ríkað okkara samfelag

Jógvan Arge skrivar í søg­uni hjá Føroya Skipara og Navigatørfelag, at húsa­víkingurin Gregorius Jo­­hannesen, millum manna nevndur Grias við Á, var leingi uppi í Skipara­felagn­um, sum varð stovnað í 1896. Grias var í nevndini frá 1903 nærum óbrótið til hann doyði.

Hann var formaður í tveim­um tíðarskeiðum. Hann tók fyrstu ferð við undir fyrra heimsbardaga. Í hesum umfarinum var hann formaður 1916-1919. Í 1922 vóru aftur boð eftir honum, og hann sat sum formaður, tá ið hann doyði á sumri 1925.

Hetta sama ár hevði Grias umboðað skipararnar í teimum tingingum, sum vóru við løgtingið, tá arbeitt varð fyri at fáa før­oyingum fiskiloyvi undir Grønlandi. Hann tók skip­araprógv hjá Jens í Dali 22. mai 1895 saman við kendum monnum sum Johannes Lambaa úr Fugla­firði, Jóhannes í Stóru­stovu í Havn og Magnus Fuglø á Viðareiði.

Sama árið kom hann á Havnina við sluppini Doceu og førdi hana til 1901. Tá var hann uppi í at keypa sluppina Misletoe saman við øðrum og førdi hana í fleiri ár, til hann legðist uppá land í 1909.

Táið Grias var lagstur uppá land, varð hann nógv brúktur sum loðsur. Hann doyði, tá ið hann fór niður til Danmarkar til nakað so meinaleyst sum at taka polyppur.

Ein beiggi Grias var Demmus við Á. Hann var eisini nevndarlimur í Skip­arafelagnum nøkur ár.

Grias var giftur við Elin, dóttir Caroline Amalie og Jens Jørgen Kruse, kendur skipari og handilsmaður á Eiði.

Grias og Elin búðu í fyrstani í húsunum hjá madam Andreasen í Rætta­rá. Hon var omma Elina.

Anna Margretha Andreassen, sum hon æt, var fødd í Keypmanna­havn. Hon var komin til Føroyar saman við manni sínum Christen Jens Andreas­sen, sum hevði ført skip fyri kongaliga handilin. Hann gekk burtur Dýra Biðidagsaftan 30. apríl 1859 í einum illveðri, tá ið eisini nógvir føroyskir útróðrarbátar gingu burtur.

Tey áttu tvær døtur. Caro­line Amalie var so onnur teirra.

Grias og Elin keyptu hús­ini, sum danski trú­boðarin Ryving Jensen bygdi til sjómansskúla sín. Har hevði Elin pensjonat og matstovu eina tíð. Føroyski sjómansskúlin yvirtók seinni húsini og hevði tey, til tann nýggi sjómans­skúl­in var bygdur. Nú eru hús­ini skrivstova hjá skipa­smiðjuni.

Tey fingu eingi børn, men tey fostraðu upp Elsu, sum var ættleidd úr Dan­mark. Tey trý liggja lið um lið í kirkjugarðinum. Elsa legði altíð dent á, at hon var ein Kruse, og hetta stendur eisini á grav­steinum.

Elsa, vamliga kallað Edda, arbeiddi nógv ár á telegrafstøðini. Hon varð á ungum árum trúlovað við danan Peter Kjær, sum tá var í Føroyum. Tað kom til einkis teirra millum. Hann giftist niðri og fekk tveir synir. Tá ið hann gjørdist einkjumaður, kom hann aftur til Føroya og tey gift­ust. Tá vóru tey so tilkom­in, at tey ikki fingu nakað barn. Tá Elsa doyði, flutti Peter niður aftur.

Elin var sínar síðstu dagar á Ellisheiminum í Havn.

 

Kruseættin

Søgan hjá Elsu og Kruse­ættini er áhugaverd. Jens Jørgen Kruse kom í 1866 til Eiðis sum faktor hjá handlinum hjá C. F. Siemens. Hetta starv hevði hann inntil Siemens endaði sítt virksemi á Eiði í 1889. Hann keypti tá sjálvur handilin. Men sambandið var sera ringt til Eiðis. Tískil varð hann noyddur at selja handilin til Jørgen Beck og Sønner í Keyp­mannahavn. Her var hann so aftur faktor í 20 ár til hann í 1909 keypti handilin aftur. Men hesum fekk hann ikki leingi gleði av, tí longu í 1912 doyði hann 74 ára gamal.

Tá tók einkjan hjá hon­um við handlinum undir navninum J.J. Kruses Enke.

Handilshúsini vóru upp­runaliga bygd í 1859 av kongabóndanum Samuel Samuelsen, sum nøkur ár rak handilin fyri M. C. Restorff.

Jens Jørgen Kruse var føddur í 1837 í útróðrar­bygdini Kragebæk á Born­holm.

Tey mongu ár hann var búsitandi á Eiði, hevði hann mong álitisstørv og merkti á mangan hátt menn­ingina á Eiði. Hann var heiðraður við Riddara­krossinum.

Umframt handilshús var eitt stórt goymsluhús fyri fisk, salt, kol og timbur. Tey útfluttu allar vanligar føroyskar framleiðslur og høvdu í handlinum mat­vørur, klæðir, ísinkram og mangt annað.

Eftir mammuna tóku synirnir Niels Andreas og Peter Victor Kruse við. Handilin hevur verið í ætt­ini inntil fyri fáum árum síðani, tá ið hann fór á aðrar hendur.

 

Kruse var merkismaður

Tingakrossur skrivar í minn­ingarorðum um Kruse millum annað:

Kruses lange Liv og Virken er knyttet til Ejde, af hvis Befolkning hans Bortgang vil føles som et stort og smertelig Tab. Thi lige saa stille og bramfri hans Livsgerning var, lige saa rig og vidtrækkende har den været i alle disse mange Aar. Hans God­gørenhed kom alle som trængte til gode, og den bundede i et godt og varmt Hjertes dybe Medfølelse med de Smaa i Samfundet. Hans hjælpsomhed for­nægtede sig aldrig.

Hvad Kruse har betydet for Ejdebygd og dens Omegn som Læge uden teoretisk Uddannelse selvfølgelig, men med den lykkelige Haand som med­født Evne og lang Erfaring giver, vil vanskeligt kunde maales. Og hans enestaa­ende Gæstfrihed var kendt videnom, langt udover Øernes grænser.

Vistnok det meste af sit Liv var Kruse Formand i Forstandetskabet paa Ejde. Et godt og velsignelsesrigt Menneskeliv er afsluttet med gamle Jørgen Kruses Død, en glad og hyggelig Repræsentant for den gode gamle Tid er med ham gaaet bort.

 

Listafólk

Ein beiggi Elin og sonur gamla Kruse var kendi listamaðurin Niels Kruse.

Johan Kallsoy skrivaði í minningarorðum, at hann var ein av undangongu­monnunum millum før­oyskar listamenn í málningakynstri.

Hóast bæði foreldrini vóru donsk, kendi Niels seg altíð sum ein heilan føroying. Hóast hann gjørdist meira enn 80 ára gamal, var hann framvegis virkin sum málari, tá ið hann knappliga doyði. Hann var millum teir fáu føroyingar, sum tá fingu sømdarpening, og tað helt Johan, at hann hevði søttliga uppiborðið.

Frá Kruse eru ættað fleiri onnur kend listafólk sum Óli Egilstrøð og Sigrun Gunnarsdóttir Niclasen.

 

Næstu ferð

Í komandi parti verður greitt frá Poul Juel Djurhuus, sum millum annað var formaður í Føroya Fiskimannafelag