Greta Thunberg noktar at taka ímóti umhvørvisvirðisløn

Veðurlagsstríðskvinnan Greta Thunberg hevur sagt nei takk til Umvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins, sum hon hevur fingið.

Svenska umhvørvisstríðskvinnan Greta Thunberg hevur fingið tillutað Umhvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins 2019, upplýsir Norðurlandaráðið í tíðindaskrivi.

Greta Thunberg hevur tó valt ikki at taka ímóti virðislønini, sum skuldi handast á tiltaki í Stokkhólmi í kvøld.

At umboða seg hevði hon sent tvey onnur stríðsfólk.

– Vit eru millum tey londini, sum hava møguleika fyri at gera mest, men vit gera í veruleikanum einki.

– Til tað hendir, vil hvørki eg ella Fridays for future (Umhvørvisfelagsskapurin hjá henni) í Svøríki  taka ímóti Umhvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins, søgdu umhvørvisstríðsfólkini vegna Gretu Thunberg á tiltakinum.

Virðislønina fær 16 ára gamla Greta Thunberg, tí hon hevur blást lív í veðurlags- og umhvørviskjakið, sigur dómsnevndin.

Samstundis hevur hon birt undir at fleiri milliónir fólk í heiminum eru farin at krevja verulig tiltøk frá politikarunum.

– Greta hevur sum eingin annar megnað upp á stutta tíð at økja tilvitskuna um verðurlags- og umhvørvisspurningar í Norðurlondum, og í restini av heiminum.

– Hon hevur treisk og sannførandi heitt á heiminum at lurta eftir serfrøðini og handla út frá veruleikanum. Ávirkan hennara er so umfatandi, at tað nú verður tosað um eina heimsumfatandi »Greta Thunberg effekt«, verður sagt í tíðindaskrivinum frá Norðurlandaráðnum.

Fyrr í ár var Greta Thunberg innstillaði til at Nobel friðarheiðurslønina. Tað endaði tó í staðin við, at forsetin í Etiopia, Abiy Ahmed, fekk hana.

Greta Thunberg hevur í eina tíð verið eina av fremstu røddunum í stríðnum ímóti veðurlagsbroytingum. Hon er millum annað kend fyri at hava skulkað úr skúlanum fyri í staðin at mótmæla framman fyri Ríkisdegin í Svøríki.

Fyri einum mánaði síðani tosaði hon, tá ST-veðurlagstoppfundurin varð settur í New York. Tað var ein røða, sum fekk nógva umrøðu vegna serliga mátan, Greta Thunberg bar hana fram uppá.

##med2##

– Eg átti slett ikki at staðið her. Eg átti at verið í skúla. Tit síggja vón í okkum ungum menniskjum – hvat billa tit tykkum inn?

– Tit hava stolið dreymar mínar og barndóm mín við tómu orðum tykkara, segði Greta Thunberg tá við táravættum eygum.

Umframt umhvørvisvirðislønina hevur Norðurlandaráðið í kvøld eisini latið virðislønir innan film, tónleik, bókmentir og barna- og ungdómsbókmentir.

Hvør virðisløn er upp á 350.000 krónur.

 

/ritzau/