Avgerðin hjá donsku stjórnini at økja eftirlitið við landamarkið er eitt greitt brot á Schengen-sáttmálan. Tað skriva løgfrøðiprofessararnir Carsten Willemoes Jørgensen og Karsten Engsig Sørensen í grein í Berlingske Tidende í dag.
Professararnir, sum arbeiða á lærda háskúlanum í Aarhus, skriva, at myndir, sum eru tiknar á markinum millum Danmark og Týskland og millum Danmark og Svøríki í seinastuni, vísa, at tað, sum har hendir, er greitt brot á reglurnar í Schengen-sáttmálanum.
ES hevur funnist at tiltakinum hjá donsku stjórnini, og samveldið hevur sagt, at tað fylgir væl við, hvussu tiltakið verður framt í verki. Stjórnin í Keypmannahavn hevur víst øllum atfinningunum frá sær, tí eftir hennara tykki eru reglurnar ikki í stríð við Schengen-sáttmálan.