Greipurnar fáa ikki frið

Um vikuskiftið reikaðu fiskatjóvar í Funningsfirði?

Eirikur Lindenskov


? Eg vil bara ávara góðlynt fólk, sum hava hongt sær fisk á greipatrøðini - tí vandi er fyri, at hann verður stolin.

Hetta sigur ein ikki sørt argur maður úr Funningsfirði við Sosialinum.

Hann heldur tað vera nógv fyri, at tað ikki longur skal ber til at hava fisk hangandi uttan fyri húsini - uttan at hann verður stolin.

? Fyrr var vanligt at heingja greipur undir brýr í bygdum, men hetta ber als ikki til longur, sigur maðurin, sum ikki vil verða nevndur - tí, sum hann sigur.

? Ofta hava vit ein varhuga av, hvør tjóvurin er?

Stuldurin í Funningsfirði umfataði m. a. stórar reyðfiskar og stórar hýsur, sum vóru stolnar av »stórum fiskum«.

? Vóru hesi fólk so illa fyri komin, so áttu tey heldur at havt biðið um fisk. Gera tey tað næstu ferð, so skulu tey fáa - tí tað er ein ærlig søk, sigur maðurin, sum at enda vísir á:

? Gamal var, at í neyð fáa ærlig breyð?