GREINING: Nógv vita eitt sindur, men ongin veit alt.
Soleiðis er støðan í teimum samráðingunum um eina nýggja fiskivinnuskipan.
Tíðin gongur undan, tí landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum, Høgni Hoydal, hevur sagt, at uppskotið um nýggja lóg um vinnuligan fiskiskap skal leggjast fram áðrenn seinasta freist at leggja uppskot fram í hesi tingsetuni, er farin.
Og freistin til at umsitingin í Løgtinginum skal hava uppskotið í hendi er 28.februar.
Landsstýrismaðurin hevur eisini sagt, at allar hoyringsfreistir eisini skulu haldast. Hetta tilsaman ger, at ikki so nógvir dagar eru eftir at finna eina breiða semju í.
Spurningur er bara um tað letur seg gera.
Í politisku verðini er hetta eisini ein opin spurningur. Samgongan hevur sett sær fyri at eitt uppskot um nýggja fiskivinnuskipan verður lagt fram, men ein slík nýskipan er munandi tryggari grundfest um aðrir flokkar enn samgonguflokkarnir eisini taka undir við skipanini.
Í løtuni bendir ymiskt á, at Sambandsflokkurin og samgognan nærkast eitt sindur. Hinvegin bendir nógv á, at Fólkaflokkurin ikki er so nær einari semju,
Gloymt eigur ikki at vera, at hetta er ein nýggj skipan, sum øll – líka síðani 2007 – hava vitað skal koma í gildi á nýggjárinum. Samgongan, sum sat undan hesari, megnaði ikki at finna eina semju í samgonguni, tíansheldur við nakran annan.
Hendan samgongan hevur sett sær fyri, at leggja uppskotið fram, men sum skilst so er heldur ikki full semja í sitandi samgongu um, hvussu nýggja lógin um vinnuligan fiskiskap skal skipast.
Tí vágar ongin í politisku skipanini at geva boð uppá, hvørjum hetta endar við.
Finst ein breið semja ella leggur landsstýrismaðurin sítt egna uppskot fram, sum samgongan so atkvøður í gjøgnum.
Hvussu víðgongdar verða broytingarnar? Varðveita tey sum nú eru í vinnuni síni rættindi og hvat verður sett av til onnur, sum fegin vilja sleppa framat føroyska tilfeinginum í sjónum?
Og so er tað uppboðssølan av rættindum? Fer hon at fevna um øll rættindi ella bert nýggj rættindi – og hvat eru so tey nýggju rættindini?
Høgni Hoydal hevur nógvar fundir í hesum døgum – bæði við vinnuna og við politisku flokkarnar. Hann veit betur enn nakar, at nú er nóg mikið tosað.
Skulu freistirnar haldast, so fara vit at síggja konturarnar til fiskivinnuskipanina, sum verður galdandi frá 1.januar 2018 í endanum av næstu viku