Høgni Hoydal, landsstýrismaður í sjálvstýrismálum, hevur savnað saman eitt úrval av greinum og røðum, sum hann hevur skrivað, sum koma út í bók í næstum.
Tað er forlagið Sprotin, ið hevur heitt á Høgna Hoydal um at savna saman hetta tilfar til at geva út í bók.
Høgni Hoydal sigur, at úrvalið í bókini grundleggjandi kemur at snúgva seg um tað at taka fulla ábyrgd av egnum landi. Men hetta merkir ikki, at bókin bert snýr seg um gongdina í fullveldismálinum sum so. Fleiri av greinunum viðgera nevniliga, hvat krevst av einum samfelag, sum skal taka fulla ábyrgd av sær sjálvum.
Sambært Høgna Hoydal, er tað ikki hann, sum av sínum eintingum hevur tikið stig til at geva út hesa næstu bókina eftir hansara hond. Tað var forlagið Sprotin, sum fegið vildi hava tilfar frá honum til eina bók, og tað hevur tað fingið.
Fyrra bókin útseld
Í apríl gav danska forlagið Lindhardt og Ringhof út fyrstu bókina eftir Høgna Hoydal. Hetta var bókin »Myten om rigsfællesskabet«. Tá var tað eisini forlagið sjálvt, ið heitti á Høgna Hoydal um at skriva eina bók.
»Myten om rigsfællesskabet«, sum viðger bakgrundina fyri hugsjónini um føroyskt fullveldi, er útseld, og verður nú endurprentað. Í apríl varð hon prentað í 1.500 eintøkum.
Høgni Hoydal sigur, at hann hevði nógv stríð av at skriva fyrru bókina. Tá var hann nevniliga noyddur at seta seg niður at skriva alla bókina, og varð nógv av hesum arbeiði gjørt um náttina.
Til hesa seinnu bókina kravdist ikki meira, enn at Høgni Hoydal setti seg við telduna at finna fram hóskandi greinar og røður, sum hann hevur skrivað, og fínpussa tær eitt sindur.
Høgni Hoydal heldur, at tað hevur verið ógvuliga mennandi at skapt tilfar til báðar bøkurnar.
? Hetta er nakað, sum hevur gjørt, at eg havi verið noyddur at endurskoða alt mítt arbeiði sum politikari, og tað er sunt, sigur Høgni Hoydal.









