Kanningar hjá fleiri sjónvarpssøðum í Frankaríki geva allar Emmanuel Macron greiðan sigur.
Exitpoll kanningar hjá teimum stóru sjónvarpsstøðunum í Frankaríki vísa, at sentrumdemokraturin Emmanuel Marcon vinnur seinna og avgerandi forsetavalið í Frankaríki.
Kanningar á valstøðunum – tær sonevndu exitpoll kanningarnar – vísa, at Marcron fær umleið 65 prosent av atkvøðunum.
Vallútøkan í øðrum umfari var lutvís lág, samanborið við undanfarin val. Sjónvarpsstøðin BFMTV metir, at 74 prosent av veljarunum í Frankaríki vóru á vali.
Í fyrra umfarinum 23. apríl fekk Macron 23,75 prosent og Le Pen 21,53 prosent av atkvøðunum.