Greiður samanhangur er millum snús og krabbamein

Vandin fyri krabba í vælindunum eru meira enn trígjgjar ferðir so stórur, og vandin fyri krabba í brisinum - ella búkspýttkertlinum - er tvífalt stórur.

Ein nýggj kanning hjá Fólkaheilsustovninum, Krabbameinsskrásetingini og Arbeiðsumhvørvisstovninum í Noregi vísir, at greiður samanhangur er millum snús og fleiri sløg av deyðiligum krabbameini.

 

Tað veit norska kringvarpið NRK at siga.

 

- Vandin fyri krabba í vælindunum er meira enn trígjgjar ferðir so stórur, og vandin fyri krabba í brisinum - ella búkspýttkertlinum - er tvífalt so stórur hjá fólki sum snúsa enn teimum sum ikki snúsa.

 

Nevndu stovnar, sum standa aftanfyri kanningina um árin av snúsi, hava brúkt alla atkomiliga gransking, sum er gjørd í samband við snús og krabbamein.

 

Læknin og granskarin, Bendik Brinchmann, sigur við NRK, at vandin fyri at fáa krabbamein í magan er 40 prosent størri hjá fólki sum snúsa.

 

Hann sigur, at hetta eru vandamikil sløg av krabbameini, serliga krabbin í brisinum.

 

- Tað, sum vit eisini síggja, er, at fært tú krabba og heldur fram við at snúsa, verður tú í enn størri vanda fyri at doyggja av krabbameini, sigur læknin og granskarin, Bendik Brinchmann.

 

##med2##

 

 

 

Bendik Brinchmann er lækni og granskari.