Ikki óvæntað vunnu kvinnurnar hjá VÍF ein greiðan sigur, tá ið tær mikukvøldið vóru í Runavík og spældu útsetta dystin móti Tjaldrinum, sum eftir ætlan skuldi verið leiktur seinasta sunnudag. Tá bleiv dysturin útsettur fyri veður, men mikukvøldið var hann so avgreiddur, og VÍF vann ein greiðan sigur 33-13 á botnliðnum úr Runavík.
Vit hava ongan dómaraseðil fingið sendandi úr Runavík, og tí ber ikki til at gera eitt yvirlit yvir málskjúttar v.m.