Greiður meiriluti fyri Icesave-sáttmála

Tað tykist greitt, at íslenmdingar fara at atkvøða ja, tá teir skulu á fólkaatkvøðu um Icesave-sáttmálan, sum stjórnin hevur gjørt við bretar og niðurlendingar. Í einari kanning hjá Gallup svara 63 prosent av teimum, sum hava tikið støðu, at tey fara at atkvøða fyri sáttmálanum. 34 prosent siga, at tey fara at siga nei.

Tað eru serliga veljarar hjá stjórnarflokkunum, sum eru nøgdir við sáttmálan. 88 prosent av veljarunum hjá stjórnini siga ja. Av andstøðuveljarunum siga 44 prosent ja.

Í kanningini siga 61 prosent, at tað fær óhepnar avleiðingar fyri íslendska búskapin, um fólkaatkvøðan vrakar Icesave-sáttmálan.