Ingolf S. Olsen
----
Johan Dahl, vinnumálaráðharri, sigur seg duga væl at fylgja hugsanini hjá Sigurði í Jákupsstovu um víðari og greiðari heimildir til Jarðfeingi.
– Jarðfeingi hevur í løtuni leiklutin sum ráðgevandi myndugleiki í mun til orkumál, bæði fyri elveitarar og landsstýri, umframt at stovnurin er eftirlitsmyndugleiki. Hesin dupultleiklutur verður eisini viðgjørdur í tí eina arbeiðsbólkinum í sambandi við virkisætlanina. Hartil er at siga, at Jarðfeingi hevur rættiliga víðar heimildir í mun til loyvisveiting, og eftirlit við elveitarum. Spurningurin, sum eg havi viðgjørt saman við kommununum, er, hvørt tað hevði verið ynskiligt, at fingið eitt uttanveltaðan myndugleika, sum bæði hevði fakligan førleika og víðari heimildir at skera í gjøgnum – nøkulunda eftir sama leisti sum við gamla Orkuráðnum, men við serstøkum heimildum, sigur Johan Dahl.










