At fara til ein ungdómssjónleik í Sjónleikarhúsinum, ljóðar sum nakað fyri tey blaðungu. Og tað ljóðar kanska eisini sum ein hálvvánalig, sjeyndafloks?líknandi framførðsla.
Men tað er sangleikurin »Grease« hjá sjónleikarskúlanum ikki. Og hann er so sanniliga eisini nakað fyri okkum, sum meiri ella minni heilskapað eru komin úr tannáringatíðini.
Ta løtuna, sum leikurin varar, fáa áskoðararnir eina góða uppliving ? og ein skemtiligan túr aftur í tannáringalívið og trupulleikarnar, sum hartil hoyra.
Leikararnir eru so fullir av orku, at tað kann ikki annað enn smitta av.
Sangleikur
Grease, sum í 1995 eisini hevði tilnevnið »feitt í Havn«, tí leikurin gongur fyri seg í Havnini, er ein sera góð samansjóðing av sangi, tónleiki, dansi, skemti og álvarsemi.
Men tað kann avgjørt vera eitt vandaøki at hætta sær inn á eitt so kent leikrit, sum Grease er. Av tí at nógv okkara jú bæði kenna sangir og handling uttanat, hava vit eisini ávísar vónir til leikin. Tað gevur leikarunum eina ávísa ábyrgd.
Men umskrivingarnar frá filmi til pall eru sera væl hepnaðar, og at hoyra allar hesar kendu grease-slagararnar á føroyskum, er ein sonn frøði.
At spæla ein sangleik er ein rættiliga stórur biti at gloypa, tí tað setur stór krøv til sangevnini hjá leikarunum. Ein stórur partur av handlingini verður jú borin fram ígjøgnum sang, og vandin er, at áskoðararnir ikki skilja hvat verður sungið. Serliga tá orkestrið er við á pallinum, er vandin fyri, at tónleikurin doyvir sangin, stórur.
Hetta bilti tó ikki í framførðsluni í sjónleikarhúsinum, tí sum heild komu leikararnir sera væl frá sangframførðslunum, og tónleikurin var so mikið spakuligur, at orðini hoyrdust væl.
Til tíðir hoyrdist sangurin enntá betri enn søgdu orðini, sum, serliga í byrjanini, kanska vórðu í so týtt og óskillig.
Orkestrið, sum er knýtt at leikinum, eitur Paradox. Teir spældu undir til øll løgini, og tí komu teir sera væl frá. Ein av uppgávunum hjá orkestrinum var eisini at syrgja fyri ljóðeffektunum, og tað megnaðu teir væl.
Eitt, sum eisini var við til at lyfta leikin, var, at í pallskiftunum, sum ofta gerast langdrigin fyri áskoðararnar, spældi Paradox svingandi løg, og stytti á tann hátt um stundir hjá áskoðarunum.
Skemtiligt við dýpd
Havi fyrr sæð okkurt, sum Sjónleikarskúlin hevur framført, og eg má siga, at hetta nokk er tað besta, eg havi sæð tey spælt. Eisini hóst fleiri teirra eru nýggj í bólkinum, og ikki eru kend í sjónleikarahøpi.
Ógvuliga ofta rungaði láturin í salinum, tí leikararnir dugdu ómetaliga væl at yvirdríva leiklutirnar, soleiðis at teir gjørdust komiskir, uttan at tað tó gjørdist ov nógv.
Skemtingarsemi varð nýtt at greiða frá truplu tannáringatíðini, soleiðis, at øll verliga skiltu og kendu seg aftur í trupulleikunum hjá ymsu leiklutunum.
At áskoðarunum dámdu framførðsluna sást kanska serliga eftir leikin, tá allir sjón? og tónleikararnir vórðu róptir inn aftur til eitt »eykanummar«.
Eg má viðganga, at eg undan leikinum ivaðist í, hvussu ein ungdómsbólkur, við leikarum í 15-17 ára aldrinum fór at megna eina so stóra uppgávu sum Grease.
Men eftir leikin hugsaði eg bara eitt: Grease er so mega feitt ? eisini á føroyskum.
Myndatekstur:
Mynd 1:
Sangir, dansir og koreografi sampakkaði alt sera væl við svingandi 50'ara tónleikinum. Ein tann kendasti sangurin um »Grease Lightening« hevur á føroyskum fingið heitið »Sýrut Snarljós«. Tað er ein meistarlig mannfólka?framførðsla við sangi og dansi.
Mynd 2:
Sangurin um »John«, sjómannin, sum sendir Tórdis gávur, er eisini sera væl framførdur. Huglagið í náttkjólaballinum kemur veruliga fram, og fjasið, fnisið og dreymarnir hjá blaðungu gentunum skína sera væl ígjøgnum.
Mynd 3:
Neyðars Sylvia, sum hevur fingið krakk frá dreymadreinginum Róa, og sum nú má líða undir hjartasorgini. Sangurin, sum á enskum eitur »totally devoted to you«, ber seg eisini sera væl við føroyskum orðum.










