Fyri at fáa meira pláss í kirkjugarðinum í Qaqortoq, sum hevur danska navnið Julianehåb, verða gravir, sum eru 50 ár og eldri, nú fluttar í eina felags grøv.
Í Qaqortoq, sum liggur í Kujalleq kommunu, ið er syðsta og minsta kommuna í Grønlandi, búgva umleið 3000 fólk. Í allari kommununi búgva stívliga 6.000 fólk.
Á sínari heimasíðu sigur kommunan, at arbeiðið at flyta gomlu gravirnar verður gjørt í summar.
- Á henda hátt fáa vit betri pláss í gamla kirkjugarðinum, sum næstan er fullur, sigur kommunan og vísir á, at avgerðin um staðseting av felagsgrøvini varð tikin í 2016.
Í februar í ár gjørdi Sermitsiaq burtur úr einari serligari hending í kirkjugarðinum í Qaqortoq, har ein kista fór í knús undir sjálvari jarðarferðini.
Tá lovaði borgarstjórin í Kujalleq kommunu, Stine Egede, at slíkt skuldi ongantíð henda aftur.
##med2##