Gravgangur eftir at verða kannað fyri koronu

Nú fáa fólk eisini betri umstøður at lata seg kanna

Tað er framvegis gravgangur eftir at verða kannað fyri koronu. í Fyrradagin varð korona staðfest hjá 16 fólkum pg tað fekk bæði læknar og fólk annars, at stúra fyri støðuni. Í kjalarvørrinum á tí tustu fólk til kanningarstøðini at verða kannað fyri koronu og í gjár vórðu heili 3.687 fólk kannað fyri koronu.

 

Tað kom sum ein lætti, at bara tveir tilburðir vórðu staðfestir í øllum hesum kanningunum. Men enn er ov tíðliga at koma til nakra niðurstøðu, tí tað verður neyðugt at vita, hvussu gongdin verður hesar næstu dagarnar.  

 

Tað er týðiligt, at fólk taka støðuna í álvaram tí aftur íd ag hava 1.900 fólk skrivað seg upp ar verða kannað fyri koronu. Í Havn verða yvir 1.400 fólk kannað í kvøld og í Klaksvík vórðu sløk 500 fólk kannað í dag. Í dag hava tey eisini verið í Nolsoy og á Sandi og kannað fólk í dag.

 

Landssjúkrahúsið sigur, at í morgin fer aftur at bera til at bíleggja tíð til at verða kannað fyri koronu. Í morgin verður koronu-kanningar bæði í Havn, í Klaksvík og í Suðuroy.