Eivør fer komandi vikuskifti at hava útgávukonsertir í Norðurlandahúsinum í Havn. Konsertirnar eru í sambandi við nýggju útgávuna hjá Eivør "Segl".
Orsaka av koronatilmælunum er avmarkað pláss til konsertirnar. Upprunaliga var ætlanin at hava tríggjar konsertir, ein fríggjakvøldið og tvær leygardagin. Men atgongumerkini til tær tríggjar konsertirnar vóru seldar eftir bara einum lítlum hálvum tíma, og so blivu tvær eykakonsertir, ein fríggjadagin og ein sunnudagin, settar á skrá. Men eisini hesar blivu útseldar eftir lítlari løtu.
So ikki kann sigast annað enn, at áhugin fyri at hoyra Eivør framvegis er risastórur her á landi.











