Grava líkið av ungari kvinnu uppaftur

Druknivanlukka í Hvannasundi sett í samband við knívdrama í Norðdepli

Kanningararbeiðið í kjalarvørrinum á ógvusliga harðskapsmálinum í Norðdepli sunnudagin 14. juli verður nú víðkað.

 

Henda sunnumorgunin stakk ein 18 ára gamal maður fýra fólk við knívi í Norðdepli. Talan var um óvanliga ógvusligan harðskap. Tey fýra fólkini vórðu øll í skundi flutt við sjúkrabili til Klaksvíkar Sjúkrahús, tey høvdu mist nógv blóð og høvdu tørv á nógvari viðgerð.

 

18 ára gamli maðurin hevur verið varðhaldsfongslaður líka síðani.

 

Sum liður í kanningararbeiðnum er kriminalløgreglan farin at hyggja aftur eftir eini druknivanlukku í Hvannasundi í november í fjør. Stutt eftir klokkan trý, mikumorgunin 21. november, fekk løgreglan fráboðan um at ein 16 ára gomul kvinna var saknað í Hvannasundi. Bygdafólkið fór at leita, og seinni eisini løgregla og bjargingarlið við hundum.

 

Stutt eftir klokkan sjey um morgunin varð kvinnan funnin við byrgingina. Líksýnið staðfesti, at kvinnan var druknað. Men líksýnið vísti ikki meira um orsøkina.

 

Málið endar tó ikki har.

 

Kriminalløgreglan hevur tikið avgerð um, at nýtt líksýn skal gerast av ungu kvinnuni. Tað váttar Bergleif Brimvík, leiðari á kriminaldeildini.

 

- Vit hava tikið hetta stig fyri at binda um heilan fingur. Vit kunnu ikki liva við óvissuni, sigur Bergleif Brimvík, sum ikki ynskir at gera fleiri viðmerkingar til málið.

 

Unga kvinnan hevði samband við unga mannin, sum framvegis situr varðhaldsfongslaður fyri tilburðin í Norðdepli 14. juli. Tey høvdu áður verið par.

 

Avgerðin hjá kriminalløgregluni hevur við sær, at líkið av ungu kvinnuni verður grivið uppaftur.

 

Kriminalløgreglan roynir í hesum døgum, við hjálp frá Ferðaliðnum hjá ríkispolitinum, at endurskapa tilburðin í Norðdepli sunnumorgunin 14. juli. Tey fýra fólkini, sum vóru offur fyri 18 ára gamla gerningsmannin, eru øll við, nú ein rekonstruktión fer fram.