Hátíðarløta verður í Grasagarði leygardagin, tá ið nýggja spæliplássið í miðbýnum letur upp.
Á skránni verður undirhald, røður og andlitsmáling. Kommunan bjóðar eisini pylsur og sunkist. Føroyameistararnir hjá B36 koma eisini oman at skriva autografar.
Heðin Mortensen, borgarstjóri, ber fram røðu og somuleiðis Tróndur Sigurðsson, formaður í byggi- og býarskipanarnevndini. Angela og Hannibal, sum hava undirhildið børnum í nógv ár, vitja nýggja spæliplássið kl.12:30.
Økið er áleið 2.200 m² til víddar og serstakliga veðurgott. Á spæliplássinum ber til hjá børnum at klatra í klatrineti og hoppa á trampolinum. Undirlagið er úr bleytum gummi í fleiri litum.
Har standa framvegis stór gomul vøkur trø, mest ahorn, umframt ymiskir runnar, blómur og staudir.
Skrá:
Kl. 11.00 Margarinfabrikkin skipar fyri tónleiki
Kl. 11.15 Heðin Mortensen, borgarstjóri, heldur røðu, og Tróndur Sigurðsson, formaður í byggi- og býarskipanarnevndini, heldur røðu
Kl. 11.30 Margarinfabrikkin skipar fyri tónleiki
Kl. 12.00 Føroyameistararnir hjá B36 skriva autografar
Kl. 12.30 Angela og Hannibal undirhalda
Eisini skipar Margarinfabrikkin fyri andlitsmáling. Kommunan bjóðar pylsur og drekka til børnini og kaffi til tey vaksnu.
Tilhaldið er opið, meðan tiltakið er í Grasagarði frá kl. 11 til kl. 13










