Grant skal venja Portsmouth

Portsmouth hevur havt stórar fíggjarligar trupulleikar, og stór frágongd í spælarahópinum hevur virkað til, at felagið nú er botnlið í Premier League.

Sambært enskum miðlum, so hevur Grant tó fingið lyfti um, at hann fær pengar at styrkja sær um hópin við. Tøl verða ikki nevnd, men roknað verður við, at hann sleppur at keypa einar tveir ella kanska tríggjar spælarar, tá flytingargluggin letur upp í januar mánaði.