Gransking: Plastikkposin er best fyri umhvørvið

Nógv hevur verið funnist at plastikkposum seinastu árini og roynt hevur verið at minkað um brúkið av teimum, tí mett verður, at teir eru so ringir fyri umhvørvið, men nú vísir nýggj gransking, at plastikkposar eru umhvørvisliga besta valið, tá fólk skulu fylla ein posa við vørum í matvøruhandlum.


Tað eru DTU Miljø og Miljøstyrelsen, ið standa fyri nýggju granskingini, ið staðfestir at aðrir posar skulu brúkast rættiliga oftani, áðrenn tað loysir seg betri fyri umhvørvið enn plastikkposar.


- Um tú ikki ert so góður til at minnast at taka innkeypsposan við í matvøruhandilin ferð eftir ferð eftir ferð, so er plastikkposin tað umhvørvisliga besta valið, sigur granskarin Anders Damgaard úr DTU Miljø við dr.dk.


Í nýggju kanningini verður hugt at hvørji árin teir ymisku posarnir hava á umhvørvið, tá hugt verður eftir framleiðslu, brúk og burturbeining av posunum. Og tá vísir tað seg, at tað serliga eru bummullposar, ið eru teir stóru syndararnir.


- Tá vit taka umhvørvisárini av framleiðsluni av bummull við í roknistykki – so skal ein bummullposi endurnýtast minst 7.000 ferðir, áðrenn hann kann samanberast við ein plastikkposa, sigur Anders Damgaard við DR.


Sambært DR merkir tað, at man skal brúka sama posa hvønn dag í tjúgu ár, áðrenn hann er til líka stóra byrðu fyri umhvørvið sum ein plastikkposi.