Gransking er ein framtíðaríløga

Hetta sigur danski professarin frá RUK, John Andersen, sum hevur hildið skeið á granskingardeplinum fyri økismenning í Klaksvík. Skeiðið snúði seg um vælferð, poltitikk og tilrættislegging út frá einum sosialvísundaligum perspektivi

Jonh Andersen, professari við Roskild Universitet, heldur, at Føroyar á mangar mátar er eitt sera áhugavert samfelag við sínum fjølbroytni og samanseting av siðum og tí meira nýmótans býarlívinum. Men hann hevur fingið ta fatan, at gransking av samfelagsligum viðurskiftum ikki er so viðurkend í landinum. Hetta heldur hann vera stórt spell.
? Tað er sera umráðandi, at gransking verður sædd sum ein framtíðaríløga heldur enn sum eina útreiðslu, sigur John Andersen.
John Andersen hevur fylgt arbeiðinum á granskingardeplinum í nøkur ár, og sigur hann, at tey gera eitt framúr arbeiði. Tí ørkymlar tað hann, at tað verður skorið í játtanunum til økið.
? Her verður ikki hugt langt fram í tíðina, tí gransking er ein íløga fyri eitt samfelag, sum eg havi sagt áður. Og mær tykir synd í teimum, at tey noyðast at berjast fyri at yvirliva, heldur hann fyri.

Politiska føðiketan
Danski professarin heldur tað vera av stórum týdningi fyri granskingina, at hon verður ein náttúrligur partur av politisku føðiketuni, sum hann málber seg.
Hetta er so við og við hent í Danmark, men kortini viðgongur hann tó, at gransking enn ikki er so viðurkend á flatlondum, sum hann kundi hugsað sær tað.
Tá tað kemur til gransking, er tað sambært dananum, týdningarmikið, at bæði politikarar og vanliga fólkið ger sær greitt, at hon kann verða við til at varpa ljós á trupulleikar í samfelagnum og at koma við møguligum loysnum.
? Gransking kann somuleiðis gera vart við onkrar gloymdar trupulleikar í samfelagnum, sum politikarar ella myndugleikar ikki eru varðug við eru tilstaðar. Hetta er sjálvandi meira kritisk gransking, men hon skal so sanniliga eisini til, sigur John Andersen.
Sum dømi nevnir hann tey eldru, sum sita einlig úti á lítlum bygdum í Føroyum. Hetta er ein trupulleiki, har boð uppá møguligar loysnir, kundu komið gjøgnum gransking.

Fyrimunir og vansar
Professarin tosar nógv um samfelagið Føroyar. Hann endurtekur fleiri ferðir, at Føroyar eru so hugtakandi og spennandi við sínum margfeldi. Eisini tosar hann um fyrimunir og vansar við tí lítla og tætta samfelagnum.
? Greiðir fyrimunir eru sjálvandi tey tøttu sosialu bondini, og tað er nógv positivt við siðum. Men hinvegin eru veikleikar í konservatismuni, sum uttan iva blokerar nýhugsanini, ivast hann ikki í.

Viðurkenning
John Andersen heldur, at aðalmálið hjá granskingini má vera, at upp arbeiða eina viðurkenning av gransking hjá tí politiska myndugleikanum.
? Politikararnir eiga at ávirkast til at síggja, at gransking er neyðug fyri tí fólkaræðisligu og politisku prosessini, staðfestir hann.
Samstundis sum teir skulu venja seg við tankan um, at gransking er ein sjálvstøðug prosess, sum ikki altíð kemur til ta somu niðurstøðuna, sum politikararnir sjálvir.
? Men samstundis skulu granskarar gera sær púra klárt, at politikarar ikki vilja fíggja eina gransking, sum vit kalla fyri fílabeinsgransking. Her meini eg við, at tað má vísast heilt ítøkiligt á, at gransking manglar á ávísum økjum, so at tað ikki bara verður granskað fyri at granska, sigur John Andersen.
Á hendan hátt virkar slíkt báðar vegir, leggur hann afturat.
Skeiðið á granskingardeplinum endaði mikudagin, men John Andersen verður verandi í Føroyum inntil sunnudagin.