Gransking á altjóða støði

Tað er gott at vit nú endiliga fáa sett orð á hvussu landsstýrið ætlar at seta fíggjarligar og bygnaðarligar karmar fyri granskingina. Men hvat gera vit inntil einskiljingarnar og nýggi bygnaðurin við Føroya Vísindaráði er komin uppá pláss?

Rúna Hilduberg

Gransking er ein íløga - ikki ein útreiðsla
Sambært hagtølum, sum Granskingarráðið júst hevur framleitt, nýtti tað almenna í 2003 gott 50 mio. kr. til gransking og menning. Hetta svarar til 0,5% av BTÚ. Tað almenna nýtir sostatt munandi minni upphædd enn hini Norðurlondini til gransking og menning, men trupulleikin hjá okkum er harumframt, at privata vinnan so at siga hvørki tekur lut í fíggingini ella sjálvari granskingini. Samanlagt førir hetta við sær, at okkara nýtsla er langt aftanfyri hini Norðurlondini. Sambært landsstýrinum er málið, at í 2015 verður 3% av BTÙ nýtt til gransking og menning, harav helvtin eigur at koma frá tí privata. Inntil tá, noyðist tað almenna ganga á odda bæði fíggjarliga og við byggja upp røttu karmarnar, t.e. við einum universiteti og øðrum granskingarstovnum, sum skulu verða væl fyri fakliga og fysiskt. Tað almenna má vísa tí privata, at gransking loysir seg, at gransking er ein íløga - ikki ein útreiðsla. Henda hugburðsbroyting kemur ikki av sær sjálvum, og tað almenna má ítøkiligera hendan hugburð við at bera ein nógv størri part enn helvtina av íløgunum tey komandi 10 árini.
Vit gleða okkum um nýggja grunnin til at fíggja gransking og menning, sum fær upp til 1 mia. kr. í innskoti frá einskiljingunum. Tað fer at koma væl við. Vit hava tó longu sum er fleiri almennar grunnar við sama endamálið, sum seinastu árini støðugt eru skornir niður - 30% í mun til 2003. So hvat gera vit, meðan vit bíða eftir milliardini?
Tað er rætt at hugsa langsiktað, tá tað snýr seg um gransking, men vit mugu ansa eftir at tíðin ikki rennir frá okkum, um vit seta okkum sum mál, at granskingin í Føroyum skal vera á altjóða støði. Og tað málið eiga vit seta okkum, einki annað er nøktandi.
Altjóða støði krevur førleika
Tá talan er um gransking á altjóða støði krevst, at tey ið skulu gjøgjumføra verkætlanina, hava fakligan førleika svarandi til í minsta lagi eina ph.d. útbúgving. Tað tekur 3 ár at útbúgva hesi fólkini aftaná lokna kandidatútbúgving, og tey skulu hava altjóða royndir fyri at klára uppgávuna. Lat okkum siga, at vit bera okkum skjótt at við einskiljingunum, so kunnu tey fyrstu byrja á sumri 2008. Tey verða liðug á sumri 2011, og so er ikki leingi til 2015. Skulu vit klára at nýta 300 mio. kr. um árið til gransking og menning á altjóða støði í 2015, eru vit tí noydd at byrja beinanvegin innan fyri verandi karmar og seta neyðugu orkuna av longu nú komandi árini. Annars er stórur vandi fyri, at vit ikki hava menniskiliga tilfeingi til at nýta slíka upphædd til verkætlanir á nøktandi støði.
Vit hava eina stóra uppgávu framman fyri okkum at útbúgva hesi fólkini, og tað hastar. Vit hava ikki tíð at bíða - 2015 er ikki langt burturi. Innanfyri verandi karmar útbúgva vit 3 ph.d. í meðal um árið. Skulu vit upp á sama støði sum t.d. Ísland, skal hetta talið økjast til minst 8 ph.d. um árið.
Altjóða samstarv
Vit kunnu samstundis nýta orku til at gera brúk av tí tilfeingi vit longu hava. Tað eru 60 føroyingar við ph.d., sum starvast í føroyum og uttanlands. Harumframt eru 20 undir útbúgving og verða liðug komandi árini. Lat okkum bjóða teimum góðar umstøður og fígging til verkætlanir, so tey kunnu vera við til at menna okkara granskingarumhvørvi fram til 2015.
Ein upplagdur møguleiki at gagnnýta hetta tilfeingi er, at Føroyar fáa atgongd til ES rammuætlanina fyri gransking. Tað snýr seg bæði um at uppbyggja fakliga førleikan, soleiðis at granskingin í Føroyum verður á altjóða støði, og um at fáa atgongd til nýggja vitan. Sum støðan er í dag, kunnu føroyingar bert luttaka í verkætlanum sum undirveitarar, t.e. ikki sum partnarar, og bert um tað er altavgerandi fyri verkætlanina, at føroyingar eru við. Hetta avmarkar okkara luttøku, og førir við sær, at vit ikki kunnu luttaka í verkætlanum eftir egnum vali. Teir føroyingar, sum hava luttikið í ES-verkætlanum sum undirveitarar, hava tó fingið nógv burturúr fakliga, og ikki minst hevur tað ført til, at ávísir granskarar hava fingið altjóða viðurkenning á sínum øki. Arbeiðið við nýggju rammuætlanini, sum er sjeynda í røðini, er langt síðani byrjað, og skulu vit gera okkum vón um at sleppa við, mugu vit arbeiða skjótt.
Yvirskipaður granskingarpolitikkur
Vit gleðast um, at løgmaður hevur boðað frá, at Føroya Vísindaráð verður sett á stovn, ið skal orða yvirskipaða granskingarpolitikkin, raðfesta og veita fíggjartrygd. Royndirnar higartil, har aðalráðini hvør í sínum lagi hava gjørt sínar raðfestingar, hevur vegna vantandi samstarv og manglandi yvirskipaðan granskingarpolitikk, gjørt tað ilt at meta um, hvussu tað hevur eydnast at fáa gagn av teimum íløgum, sum landið hevur gjørt innan økið. Eingin ivi er um, at einstakar verkætlanir kunnu føra til góð úrslit, men nógv meira kundi fingist burturúr, um arbeiðið var miðvísari. Vit eiga at leggja dent á øki, har vit hava serligan førleika og tilfeingi at gera rannsóknir og veruliga kunnu gera okkum galdandi á altjóða støði.
"Those that make things happen"
Ein viðurkendur granskari innan marknaðarføring, Philip Kotler, hevur sagt: "There are three types of companies: Those that make things happen, Those that watch things happen and Those that wonder what happened". Í løtuni tosa vit og kjakast um gransking, vit royna at seta okkum mál og seta karmar upp. Tað er gott, og tað eigur at vera soleiðis í einum demokratiskum samfelagi. Vit eru í eini læruprosess, har tað tó er heilt avgerandi, at allir áhugabólkar vera hoyrdir og tiknir við uppá ráð. Í felag mugu vit finna fram til hvørji øki skulu raðfestast, hvar vit hava serligan førleika og tilfeingi og lýsa hvønn leikkut tað almenna og tað privata skulu hava. Nú er tíðin komin til, at vit seta handling aftanfyri orðini og taka tað privata við, annars er stórur vandi fyri at vit enda sum " Those that wonder what happened".
Lat okkum seta okkum sum felags mál at granskingin í Føroyum skal vera á altjóða støði og útfrá hesi hugsjón beinanvegin í felag fara til verka at fyrireika okkum til 2015 og legga ætlanir fyri milliardini.