Granskarar skulu duga betur at miðla

Jørn Hurum, sum er fornverufrøðingur og sjálvlærdur serfrøðingur í vísindamiðling, heldur at granskarar hava eina skyldu at samskifta síni granskingarúrslit greitt og einfalt til almenningin, eitt nú av tí einføldu orsøk, at tað í flestu førum er skattgjaldarin, sum rindar fyri gransking teirra

Herfyri helt kendi norski fornverufrøðingurin Jørn Hurum fyrilestur í Norðurlandahúsinum um, hvussu granskarar eiga at samskifta sína gransking til almenningin. Tað er Granskingarráðið, ið bjóðaði honum higar í sambandi við Vísindavøkuna, sum nú varð hildin fjórða árið á rað. Eg hitti Jørn Hurum áðrenn fyrilesturin til eitt prát um miðling.


Granskarar kunnu læra frá fótbóltshetjum og poppstjørnum, tá tað snýr seg um at fáa talitíð í miðlunum, heldur Jørn Hurum. Serliga er tað ein trupulleiki, at granskarar og vísindafólk ikki tosa sama málið sum vanliga fólkið.


- Granskarar og vísindafólk tosa eitt stammumál. Tað er so torskilt fakmál, at mangan skilir eitt lið av granskarum ikki stammumálið hjá øðrum granskarum. Og hvussu skal so nakar annar skilja tað, sigur Jørn Hurum, sum eisini hevur hildið fleiri fyrilestrar fyri journalistlesandi í Noregi.


- Hetta stammumálið er kortini neyðugt í granskingarumhvørvinum, tí samskiftið skal vera so nágreiniligt sum gjørligt. Men hetta málið hóskar ikki til miðling út eftir, staðfestir Jørn Hurum.


Uppmerksemi alneyðugt fyri fígging

Jørn Hurum heldur, at granskarum tørvar fígging til tær verkætlanir, sum teir standa fyri. Tí er mangan neyðugt at skapa umrøðu um júst teirra verkætlan. Men møtið millum vísindafólk og fjølmiðlafólk er mangan fult í misskiljingum.

- Teir flestu granskarnir koma sera ernir aftur á granskingarstovnin eftir fyrstu samrøðuna við ein journalist, men tá greinin kemur í blaðið, finna teir eina villu fyri og aðra eftir. So verða teir hartaðir av starvsfeløgunum fyri at hava sagt okkurt skeivt, sigur Jørn Hurum.

- Mangan hevur hetta lítið uppá seg og stendst ofta av tí journalistiska arbeiðsháttinum. Journalistar noyðast at vinkla søgur soleiðis, at dentur verður lagdur á eitt avgerðandi evni, meðan aðrir smálutir als ikki verða nevndir.

- Tú fært ikki broytt journalistarnar. Tí er umráðandi, at granskarar gevast við at halda, at teir skulu miðla til aðrar granskarar. Skal man røkka vanliga fólkinum, so skal man fara heilt til markið til undirhaldsvinnuna. Boðskapurin skal vera einfaldur og stuttur, tí allar tær vísindaligu fótnoturnar sleppa ikki við í tíðindasøguna, sigur Jørn Hurum.

Granskarin viðgongur, at hansara meiningar um miðling hava gjørt hann til ein umstríddan mann í norska granskara¬umhvørvinum.

- Ein eldri professari á universitetinum segði einaferð soleiðis við meg: Tú mást gevast við at vulgariserað títt fak. Veitst tú ikki, at tað, sum tey ikki skilja, tað verða tey imponerað av, fortelur Jørn Hurum.



Ein miðlameistari

Jørn Harald Hurum er føddur 4. november í 1969 í Drammen í Noregi. Long sum seks ára gamal fór hann undir at savna krystallir og fossilir og skipaði fyri framsýning og fyrilestri um hesar lutir fyri øllum, ið høvdu áhugað.


- Eg havi havt eina trongd at miðla vísind, síðani eg var 6 ára gamal. Eg helt mín fyrsta almenna vísindafyrilestur, tá eg var 16 ára gamal. Eg haldi, at hetta, sum eg takist við, er so ótrúliga áhugavert, at eg havi altíð viljað fortalt øðrum um tað, sigur Jørn Hurum.

Hann fór undir lesnað á Oslo universiteti í 1987. Eftir loknan lestur í 1993 fór hann undir eina doktararitgerð, sum hann lat inn í 1997. Síðani tá hevur hann starvast á Oslo universiteti sum fornverufrøðingur og hevur staðið fyri nógvum av kendastu verkætlanum teirra.


Ida-fossilið og Predator X

Kendast man Jørn Hurum vera fyri sonevnda Ida-fossilið, ið hann uppkallaði eftir dóttir síni Ida, tí dóttirin var til aldurs við fornapuna, tá hendan doyði. Ida-fossilið fekk eyknevnið “the link”, sum er eitt navn, ið leggur seg upp at kenda hugtakinum “the missing link”, men sambært Hurum er tað ikki “missing” longur, tí nevnir hann tað bert “the link”.

- Tá man letur eina so stóra søgu frá sær sum Ida, tá fær tað skjótt sítt egna lív, men har gjørdi vit eitt umfatandi fyrireikingararbeiði fyri at tryggja okkum, at miðlaáhugin fór at vera so stórur sum gjørligt.

- Umframt sjálva vísundaligu greinina, ið skuldi leggjast fram, høvdu granskararnir eisini fyrireikað eina heimasíðu, eina bók og eina dokumentarrøð at nýta at marknaðarføra granskingarúrslitini. Somuleiðis høvdu teir skipað fyri stórum hátíðarhaldi í New York har Bloomberg borgarstjóri avdúkaði fossilið fyri heimspressuni. Samstundis fingu teir Google at broyta sítt eyðkenda búmerki í ein dag til eitt sermerkt búmerki, ið nýtti Ida-fossilið sum partur av bókstavunum í Google-navninum. Hesi átøk góvu heimasíðuni hjá verkætlanini heili 1,2 mia klikk uppá 26 tímar.

Hurum, sum í mong ár hevði havt áhuga í at miðla vísind til almenningin, eitt nú umvegis sendingar í norska kringvarpinum NRK, hevði frammanundan havt sera stóra eydnu at skapa umrøðu um eitt stórt ókent dinosaurfossil á Svalbard. Hann valdi at samstarva við History Channel, ið framleiddi ein dramatiskan dokumentarfilm við heitinum Predator X, sum var at síggja kring allan heim.

- So við og við havi eg lært hvat riggar og hvat ikki riggar. Vilt tú hava okkurt á forsíðuna, so mást tú læna frá filmum, tekniserium ella tónleiki. Við Ida-fundinum søgdu vit, at hetta var sum at finna “the lost ark”, og tað var jú at sipa beinleiðis til Indiana Jones. Somuleiðis við Predator X, ið er ein superhetja í Marvel alheiminum, sigur Jørn Hurum.


Uppmerksemissøkjandi granskari

Spurdur, hvat hann svarar teimum, ið siga, at hann bert vil hava uppmerksemi, og nýtir vísund til egnan vinning, svarar Jørn Hurum beint út:

- Eg vil hava uppmerksemi, tað skal ongin ivi vera um tað. Uppmerksemi er alneyðugt fyri at draga fígging til verkætlanina og eisini at draga tey bestu fólkini til.

Hann tvíheldur tó um, at hann fær ongan pening persónliga burtur úr granskingarverkætlanunum, sum hann stendur fyri, hvørki úr dinosaurunum í Svalbard ella Ida-fossilinum. Hetta er hann eisini blivin kannaður fyri.

Uttanhýsis fíggjarligur stuðul - Hurum er tó ikki bangin fyri at nýta orðið ‘sponsorat’ - er umráðandi, vilt tú sum granskari hava frælsi til at granska í tí, sum tú sjálvur metir er týdningarmikið.

Og tað hevur eisini eydnast Hurum væl at fáa sponsorar til sínar verkætlanir. Oljufeløgini eru sera áhugað í tí uppmerksemi, sum Predator X dinosaurgranskingin á Svalbard gevur, og tær amerikonsku sjónvarpsrásirnar vilja fegin vera við at gera dramatiskar dokumentarsendingar um hesar risastóru og óhugnaligu dinosaurarnar, sum granskararnir finna.


Finn gylta lutin

Jørn Hurum mælir granskarum, ið vilja út við sínum granskingarúrslitum, til eisini at granska journalistiska arbeiðsgongd. Eitt nú kanna hvat kemur á forsíðuna og hvussu tað verður orðað. Umframt at fylgja við hvat eitt nú bloggarar á netinum taka upp. Somuleiðis er umráðandi at hava gott samband við ávísar journalistar, ið hava skil og áhuga fyri nettupp tí, sum man tekst við.


Spurdur um tað ikki er lættari hjá einum fornverufrøðingi, ið arbeiðir við sjónligar lutir, eitt nú nakað so forkunnugt sum dinosaurleivdir og aðrar fornverur, at miðla hetta til almenningin, sigur hann, at søgufrøðingar og onnur innan hugvísind eisini kunnu gera sítt fak meira spennandi fyri almenningin. Granskar tú eitt nú í miðaldarsamfeløgum, kanst tú hava eina eina bøðilsøks við tær, tá tú skalt siga frá tínum úrslitinum, heldur Jørn Hurum.

- Tað snýr seg um at finna gylta lutin. Og at arbeiða við hvussu hetta kann miðlast víðari á skilabesta hátt, sigur Hurum.

Hann viðgongur tó, at ikki øll granskingarøki kunnu hava ágóða av hansara boðskapum um miðling.

- Tað sigur seg sjálvt, at tosa vit um gransking í heilivági og líknandi gransking, ið hevur við mannalív at gera, so er best ikki at veipa ov nógv við ørmunum, sigur Jørn Hurum. Hann heldur kortini, at granskingarstovnar og universitet gera alt ov lítið við at fortelja vanligum fólki hvat teirra gransking gongur út uppá.


Setið samskiftiskrøv til granskarar

Granskingarstovnarnir hava tveir møguleikar at bøta uppá støðuna, heldur Jørn Hurum. Antin kunnu teir seta samsskiftisfólk í starv, sum kann arbeiða saman við granskarum um miðling soleiðis, at ein miðlastrategi liggur klár hvørjaferð okkurt úrslit skal út, ella kunnu stovnarnir seta granskarum sínum samskiftiskrøv longu í starvssetanini.

Granskingarstovnar og universitet hyggja nógv at, um eitt nú Ph.D umsøkjarar hava nakrar sonevndar ‘peer-reviewed’ útgávur á ævilýsingini. Hesar eru greinir útgivnar í viðurkendum tíðarritum við fakligum ritstjórum. Men sambært Jørn Hurum áttu universitetini og stovnarnir eisini at hugt at, um viðkomandi er dugnaligur til at miðla sína gransking eisini uttan fyri granskingar-umhvørvið.

- Ein møguleiki er eisini at seta granskarum tey krøv, at hesi skulu nýta 90 prosent av síni tíð uppá granskingarverkætlanina, og hini 10 prosent uppá miðling, sigur Jørn Hurum.

Í øllum førum, um granskarar vilja hava síni granskingarúrslit út, so mugu teir hugsa um hvussu hetta best kann miðlast, og tá er umráðandi at skilja arbeiðsdagin og arbeiðslagi hjá journalistum.

Jørn Hurum endar prátið við eini søgu, ið hann metir lýsir væl trupulleikan, sum granskarar hava í samskiftinum við journalistar.

- So seint sum í dag seinnapartin ringdi ein norskur journalistur til mín, og spurdi, um eg ikki hevði okkurt til hansara. Hann ætlaði sær kanska at skriva eina hálva síðu um Idu. Men brádliga sigur hann: Tú, kann eg ikki ringja aftur um einar tveir tímar, tí her eru so nógv morð, sum skulu skrivast.



Myndatekstur:

- So við og við havi eg lært, hvat riggar, og hvat ikki riggar. Vilt tú hava okkurt á forsíðuna, so mást tú læna frá filmum, tekniserium ella tónleiki, sigur granskarin John Hurum




Fakta

Jørn Harald Hurum er føddur 4. november í 1967 í Drammen í Noregi.


Hann fór at lesa fornverufrøði á Oslo universiteti í 1987. Eftir loknan lestur í 1993 fór hann undir eina doktararitgerð, sum hann lat inn í 1997.


Síðani tá hevur hann starvast á Oslo universiteti sum fornverufrøðingur og hevur staðið fyri nógvum av kendastu verkætlanum teirra.


Hann err giftur Merethe Frøyland, sum eisini er granskari, og saman hava tey eina dóttir.