Grannskoðaranevndin hjá Landstinginum í Grønlandi hevur vitjað í Føroyum.
Mikudagin vóru tey hjá Landsgrannskoðanini, har tey vórðu kunnað um, hvussu almenna grannskoðanin í Føroyum er skipað og um, hvussu Landsgrannskoðanin arbeiðir. Tey vóru eisini í Løgtinginum, har tey hittu løgtingsgrannskoðararnar og tosaðu um, hvussu føroysku løgtingsgrannskoðararnir skipa sítt arbeiði.
Í grønlendsku grannskoðaranevndini eru Kristian Jeramiassen, formaður, Anders Olsen, Lars P. Mathæussen, Agathe Fontain og Juliane Henningsen.