Grannskoða í nýggjum hølum

Sp/f Grannskoðaravirkið Hermund Jacobsen er flutt í nýggj hølir í Jónas Broncksgøtu 16 í Havn. Í hesum sambandi verður móttøka Fríggjadagin 11. juni

Grannskoðaravirkið Hermund Jacobsen, sum síðan byrjanina 1. november 1987, hevur hildið til í leigaðum hølum, flytur nú í egnan virkisbygning í Jónas Broncksgøtu 16, sum er bygdur um til endamálið. Talan er um eini hús í trimum hæddum við eini gólvvídd upp á tilsamans 240 fermetrar.

Hermund Jacobsen hevur starvast sum grannskoðari síðan 1980. Fyrstu seks árini hjá Grannskoðaravirkinum Rasmussen & Weihe, statsautoriseraðir grannskoðarar.

Hermund fekk skráseting sum grannskoðari í 1985. Í byrjanini starvaðust 2 fólk á virkinum. Í dag starvast 6 fólk, 4 grannskoðarar og 2 bókhaldarar.

Grannskoðaravirkið Hermund Jacobsen er eitt av teimum størru skrásettu
grannskoðaravirkinum í Føroyum. Virkið kann m.a. veita tænastur innan
grannskoðan, roknskaparhjálp, bókhald, gerð av ætlanum, skatt og mvg.

Umframt neyðugan førleika, leggur virkið stóran dent á at hava eitt tætt og gott samstarv við kundan og at veita kundunum eina dygdargóða tænastu. Í hesum sambandi er ein samstarvsavtalu gjørd við BGC-Revision, statsautoriserað grannskoðaravirki í Danmark, sum hevur eftirlit við at arbeiðið verður gjørt á sama støði sum hjá teimum.

Á henda hátt er virkið knýtt upp í altjóða samstarv við Kreston Internatioal.

Móttøka verður í nýggju hølunum fríggjadagin 11. juni frá kl. 15-17.