Grannauppgerð er í Gundadali

Annað umfar í kvinnudeildini verður seinnapartin

Annað umfar í Betri Deildini fyri kvinnur verður seinnapartin.

Í Gundadali verður grannauppgerð millum HB, sum tykist ætla sær at vera við í FM kappingini og í fyrsta umfari vann 6-1 á Svangaskarði, og B36, sum týskvøldið tapti 6-0 á heimavølli ímóti meistarunum í EBS/Skála.

 

KÍ vann í fyrsta umfari tepran 2-1 sigur á útivølli ímóti ÍF/Víkingi. Í dag eigur KÍ heimavøll ímóti B68.

Heimavøllurin hjá EBS/Skála ímóti ÍF/Víkingi er í dag við Margáir.

 

KÍ – B68: Petur Páll Hentze kl. 17.00

EBS/Skála – ÍF/Víkingur: Heini Viðoy kl. 15.00

HB – B36: Tóki Høghamar kl. 17.15